Aftur í ár fer Tórshavnar Froskmannafelag at skipa fyri tunnusláing á sjónum í Vágsbotni.
Samstundis sum tey vaksnu sláa tunnu á sjónum, verður eisini skipað fyri tunnusláing fyri børnini, men tað er uppi á turrum.
Tiltakið er alment og verður klokkan 14 leygardagin.
- Til tunnuslátturin á sjónum eru øll, sum eiga drakt at fara í, vælkomin, sigur froskmannafelagið og børnini, sum sláa á landi, fáa ókeypis kakao og bollar.
Tá ið tey sláa á sjónum, skulu tey ikki finna kattakongar, men kongafiskar, og teir fáa onkran vinning.
|