Ásla: Viljin dreiv verkið

(Frá Rás2) Hoyr Áslu Johannesen greiða frá hvussu hon upplivdi sigurin ímóti Turkalandi

- Vit høvdu viljan. Vit vístu viljan hjá okkum, og tað er tað, sum drívur verkið. Hesi orðini eigur Ásla Johannesen.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði beinleiðis á Rás2 við Áslu Johannesen aftaná Føroyar høvdu vunnið seg víðari í HM-undankappingini við einum 2-1 sigri á Turkalandi.

 

Ásla Johannesen heldur, at málið til 1-1, sum Rannvá B. Andreasen skoraði var løtan har alt vendist til tað betra hjá tí føroyska liðnum, og føroysku spælararnir fóru tá at stríðast, og vóru á turkisku spælarunum alla tíðina.

 

Ásla Johannsen heldur, at tað var sera stuttligt at sleppa at spæla ein dyst á so høgum støði, og nú gleðir hon seg eins og liðfelagarnir á landsliðnum til fleiri spennandi uppgávur í HM-undankappingini til HM-endaspælið í Fraklandi, sum verður á sumri í 2019.