Havn: - Hey babba. Eg slapp inn!
Ein av teimum mongu spentu ungfólkunum á Óðinshædd er Ásla Joensen av Eiði.
Henda seinnapartin hevur hon staðið í kø eina lítla løtu sum kanska kundi tykjast alt ov long fyri hana.
Hon fer fram til diskin, sigur navn sítt og vísir fram koyrikortið, og letur beinanvegin brævbjálvan upp.
Einki við at bíða til seinni. Nú skal staðfestast, um umsókn hennara at lesa til lækna er játtað.
Og tað var hon. Við spenningi, gleði og ristandi hond tekur hon fram fartelefonina og fær fatur á pápanum í hinum endanum. Foreldur hennara er helst líka so spent sum hon um svarið.
Hon tosar eina góða løtu í telefonini, men tigur eina lítla løtu, meðan onkur tosar í hinum endanum.
- Takk. Vit síggjast, sigur hon at enda í samrøðuni.
Koyrdi lastbil
Ásla av Eiði tók fyrst framhaldsdeildina, og ynskti síðani at halda fram við lestrinum.
Hon fór á skúla í Kambsdali, hagani hon var liðug fyri einum ári síðani.
Hvussu var við huginum at fara undir hægri lestur beinanvegin, verður einki sagt um her.
Men hon setti sær kortini fyri at savna sær pening saman, til ein komandi lestur á hægri stovni uttanlands.
Hetta seinasta árið hevur hon tí koyrt lastbil ein lastbil sum pápi hennara, Johan Kallsoy Joensen eigur, í eini bransju sum abbi hennara eisini er kendur í.
Allatíðina lá spenningurin og bíðaði eftir degnum, tá umsóknirnar skuldu sendast um at byrja lesturin.
Umsóknin varð send, og 30. juli 2005 kl. 14:11 fekk hon so svarið: Hon var upptikin til at byrja lestur til lækna um ein mánað ella so í Keypmannahavn.
Fyrst ferð
Nú hon fekk játtandi svarið, er reaktión hennara heilt opinlýs: Hon strálar um alt andlitið í berari gleði.
- Eg eri øgiliga glað. Eg var eitt sindur nervøs áðrenn, men nú eri eg bara so glað, so glað!
- Hetta er fyrst ferð eg søki, og eg havi ikki søkt nakað enn hetta at lesa til lækna.
- Tað var hetta, eg vildi, sigur Ásla Joensen við Sosialin, beint eftir at hon hevur latið upp brævbjálvan við teimum góðu tíðindunum í.
Saman við henni er ein vinkona av Eiði komin til Havnar, og bíðar hon eisini eftir svari. Men henda gentan fær ikki svar sítt enn.
Ein flúgvari er á veg til Føroyar henda seinnapartin við teim seinastu brøvunum. So her er einki annað at gera enn at bíða til tey koma fram annaðhvørt tað verður í dag ella mánadagin.
Íbúð í Brønshøj
Ein av stóru trupulleikunum hjá teimum lesandi í Danmark hevur verið at fáa sær okkurt at búgva í undir lestrartíðini.
Men her hevur Ásla verið rættiliga framsíggin: Íbúðin er langt síðani fingið til vega. Hon kann um stutta tíð flyta inn í eina slíka í Brønshøj.
- Eg vildi vera í góðari tíð, so íbúðina ordnaði eg beinanvegin, sigur hon.
Hon flytir nú niður til Brønshøj í Keypmannahavn saman við sjeiki sínum. Óvist var tá, hvat hann skuldi gera, men hann fer helst at læra okkurt.
+ myndir










