Sló kommunulækna og hótti við at drepa hann

Tá ið ein maður ikki fekk tann heilivág, hann vildi hava, bleiv hann frá sær sjálvum og sló kommunulæknan við knýttum neva mitt í andlitið og hótti við at drepa hann

- Eg bleiv skelkaður og tað sortnaði fyri mær!

Soleiðis greiddi ein kommunulækni í Havn frá í Føroya Rætti fríggjadagin um eina ótespuliga læknavakt hann hevði í viðtalihølunum hjá Landssjúkrahúsinum eitt kvøldið í fjør.

Ein sjúklingur var komin til hansara, men tá ið hann ikki fekk tann heilivág, hann vildi hava, bleiv hann frá sær sjálvum og sló læknan við knýttum neva mitt í andlitið og hótti hann harafturat við lívinum.

Maðurin varð ákærdur fyri at hava sligið kommunulæknan við knýttum neva og fyri at hava hótt hann eftir lívinum.

Hann varð eisini ákærdur fyri at hava roynt at sligið ein portør, sum bjargaði læknanum undan tí óða manninum.


Ørur av pínu

Maðurin vildi ikki játta seg sekan.

Hann segði, at hann hevði ballast á Argjum, men tann, sum hann ballaðist við, hevði koyrt okkurt í glasið hjá honum, so at hann sovnaði.

Tá ið hann vaknaði aftur um kvøldið, hevði ballingarkammiráturin stolið bæði pengarnar og pínutablettirnar, hann hevði í lummanum.

Hann hevði ógvuliga nógva pínu eftir eitt arbeiðsóhapp nakrar dagar frammanundan og tí mátti hann til lækna hetta kvøldið at fáa fleiri pínutablettir.

Men tað vildi læknin ikki geva honum og tí bleiv hann óður. Hann segði, at læknin bleiv við at tosa um onkra gamla sjúku, hann hevði havt og sum onki hevði við sakina at gera.

Maðurin viðgekk, at hava sligið eftir læknanum, men rakti hann bara bleytt á økslina, 

- Eg hevði so ilt, at eg hevði onga makt at sláa við, segði hann frá.

Hann hevði ikki hótt við at drepa læknan, men hann hevði sagt, at við hesum arbeiðslagnum kundi læknin koma út fyri at drepa fólk.

Hann segði eisini, at hann hevði oyst eitt bikar av kaffi á læknan og tá ið læknin helt undan yvir til ein portør, var hann farin aftan á.

Hann hevði ikki sligið eftir portørinum, men portørurin leyp beint á hann og bendi hann gólvið og helt honum til løgreglan kom.

Hann viðgekk, at hann var eitt sindur óður og hann hevði óluksáliga misnøgdur við viðferðina, hann hevði fingið. Tað var tí, at hann var ørur av pínu, men hann hevði hvørki sligið, so at tað munaði nakað og hann hevði enn minni hótt hann.


Sortnaði fyri eygunum

Kommunulæknin hevði ein heilt aðra frágreiðing.

Hann segði, at maðurin hevði ikki talað um pínustillandi heilivág.

- Ørindi hansara vóru ógvuliga einføld og nágreinilig: Hann vildi hava sovimedisin, men tað vildi eg ikki geva honum, tí vit geva ikki sovimedisin á læknavaktini.

Og annars metti læknin ikki, at maðurin hevði ikki tørv á sovimedisini, greiddi kommunulæknin frá í rættinum.

Maðurin dugdi væl at svara fyri seg, tí hann segði, at læknin hevði misskilt alt.

- Eg bað ikki um sovimedisin. Eg bað um pínutablettir, so at eg fekk sovið, greiddi maðurin frá.

Men læknin tvíhelt um, at maðurin tosaði ikki um nakað annað, enn um tað, at hann vildi hava sovimedisin.

Læknin segði, at eftir at hava tosað aftur og fram við mannin, ásannaði hann, at hann kom ikki víðari, tí maðurin tvíhelt um, at hann skuldi hava sovimedisin.

Tá ið læknin so fór úr viðtalihølunum kom maðurn ímóti honum og gav honum ein dyggan frammaná, áðrenn læknin varnaðist nakað, samstundis sum at hann setti hóttan fram um at drepa hann.

Læknin sigur, at slagið var so hart, at tað sortnaði fyri eygunum á honum.

Læknin sigur, at hann var skelkaður og skilti at hann mátti taka støðuna í álvara. Tí skundaði hann sær yvir til ein portør og bað um hjálp, tí hann var sligin.

Maðurin elti hann yvir til portørin við nevanum á lofti.

- Eg hugsaði bara um at sleppa snikkaleysur burtur úr hesum og rann tí yvir til portørin, segði læknin.

Portørurin gjørdi skjótt av og feldi mannin og helt honum, til løgreglan kom á staðið og handtók hann.


Rópti og skrálaði

Portørurin segði, at maðurin var rættiliga óður og ágangandi.

Hann hevði ikki tol at bíða eftir læknanum, men gekk og válaði aftur og fram eftir gongini, ímeðan hann rópti og skrálaði og bannaði og blótaði.

Hann hoyrdi eisini mannin siga við læknan, at hann skuldi drepa hann.

Hann segði eisini, at brádliga kom læknin rennandi ímóti honum ímeðan hann helt um kjálkan og bað um hjálp, tí hann var sligin.

Maðurin elti læknan og royndi at sláa portørin, men rakti ikki og so feldi portørurin hann og helt honum til løgreglan kom.

Verjin hjá manninum helt, at tá ið hann tosað um at drepa, kundi tað eisini vera, at hann tosaði um mannin, sum hevði stolið tablettir og pengar frá honum í ballinum á Argjum, tí hann var um at blíva ørur av pínu.


40 dagar í geglið

Ein kanning vísti, at læknin var hovnaður, var eymur og hevði høvuðpínu og ábendingar um, at hann hevði fingið heilaskjálvta.

Dómarin í Føroya Rætti hevði onki álit á frágreiðingini hjá manninum. Hinvegin tók hann læknan og portørin fyri fult, tí hann sá onga orsøk til at ivast í teirra frágreiðingum.

Ákærin helt, at ein 40 dagar í fongsul var ein hóskandi revsing.

Og tað helt dómarin eisini, so maðurin varð dømdur at sita í 40 dagar, umframt at hann skal betala sakarmálskostnaðin.