Klaksvík:
Týsdagin eftir middagsleitið fingu allir sløkkiliðsmennirnir í Klaksvík boð um, at eldur var í maskinrúminum umborð á bátinum Fram. Tveir menn skuldu vera staddir í sama maskinrúmi, og tí ráddi um at skunda sær.
Skjótt vóru allir mennirnir á staðnum, og froskmenn fóru oman í maskinrúmið at leita eftir hesum báðum monnum.
Men illa gekst at finna teir. Trongligt var umborð, og tí var ringt at finna fram til, hvar mennirnir vóru staddir.
Tískil tóku teir nýggja hitasøkjandi tólið hjá Sløkkiliðnum í brúk. Hetta er eitt tól, ið verður nevnt FireFlire, sum Klaksvíkar Sløkkilið hevur fingið sum gávu frá Norðoya Sparikassa.
Og tá gekk betur. Bert ein lítil løta gekk, áðrenn mennirnir í maskinrúminum vórðu funnir og bjargaðir upp úr maskinrúminum.
Tástani fingu sløkkiliðsmennirnir at vita, at talan bert var um eina roynd.
- Neyðugt er við royndum alla tíðina, og vit eru væl nøgdir við úrslitið av royndini týsdagin, sigur Kári Kjelnes, formaður í Klaksvíkar Sløkkilið.
- Skjótt var at finna fram til mennirnar í maskinrúminum, og menn fóru fúsir til verka, sigur Kári í stuttari viðtalu.