Sløkkiliðsfólk umborð á Athenu

Seinnapartin í dag varð verksmiðjuskipið Athena hálað til bryggju í Runavík, og seinni vórðu eisini tvey sløkkiliðsfólk sett umborð á skipið. Tá Portalurin var í Runavík nakað eftir klokkan 17 í dag kom framvegis roykur úr framskipinum, og eisini sást eitt sindur av royki koma upp úr afturskipinum.

Men roykurin var nógv minkaður, og Sunleiv Højgaard, átaksleiðari hjá Skálafjarðar Sløkkiliði, væntaði, at tað í besta føri fór at taka einar tveir tímar at basa tí, ið møguliga var eftir av eldi í skipinum.

Umstøðurnar við Athenu vístu seg seint seinnapartin at vera undir góðum og tryggum eftirliti, og alt bendi á, at tað ikki fer at taka langa tíð, til fult tamarhald er á støðuni.

Sunleiv Højgaard segði, at sløkkiliðið bevíst bara setti tveir mans umborð á Athenu, tí framvegis var nógvur hiti summastaðni í skipinum, og tað varð ikki hildið vera ráðiligt at lata fleiri mans fara umborð.

Hitin í skrokkinum var kortini nógv minkaður, men har frammi, sum roykurin kom upp, er skrokkurin ivaleyst nakað heitari í støðum.

Átaksleiðarin helt ikki, at nakar serligur vandi nú var fyri, at fleiri trýstfløskur fóru at spreingjast, tí hitin í skrokkinum nú er so nógv minkaður.