Sløkkiliðið útkallað hvørja viku í Havn

- Vit hava útkalling einaferð um vikuna. Fyrr var tað tvær ferðir um vikuna, sigur Hans David Hansen, varasløkkiliðsstjóri í Tórshavnar Kommunu.

- Vit hava útkalling einaferð um vikuna. Fyrr var tað tvær ferðir um vikuna, sigur Hans David Hansen, varasløkkiliðsstjóri í Tórshavnar Kommunu.

 

 

Í gjárkvøldi var aftur eldur í einum sethúsum í Havn. Hetta er sostatt aðruferð innan stutta tíð, at vit hava frætt um eld í høvuðsstaðnum – fyrru ferð var tá Bónus í Hoyvík fekk stóran skaða av eldi.

 

Í gjárkvøldið var sum skilst ikki stórur skaði av eldinum, sum tók sløkkiliðnum fáar minuttir at sløkkja. Løgreglan er í morgun farin at kanna, hví eldur kom í húsini undir Glaðsheyggi.

 

Nú jólini eru í hondum eru tey ivaleyst mong, sum hava livandi ljós heima við hús, og tað kann gerast vandamikið, um tú ert óansin.

 

 

 

Hans David Hansen, varasløkkiliðsstjóri í Tórshavnar Kommunu greiðir frá, at tað mest umráðandi at hugsa um er, at hava roykalarmar, sum rigga.

 

-Vit síggja mangan í húsum vit koma til, at roykalarmarnir ikki rigga sum teir skulu. Oftast tí, at battaríini eru gomul, sigur Hans David Hansen.

 

Víðari greiðir hann frá, at fyrr var tað so, at sløkkiliðið í Havn varð boðsent minst tvær ferðir um vikuna. Í 90’unum minkaði tað so, og í dag liggur tá á umleið einum útkalli um vikuna.

 

- Tað eru roykalarmarnir, sum eiga æruna av tí, sigur hann.

 

Samstundis er tað orsaka av larmandi tólinum uppiundir loftinum, at eldarnir ikki gerast so stórir.

 

 

 

- Vit síggja tíbetur færri stórar eldar, og tað er oftast orsaka av, at roykalarmarnir siga frá, greiðir Hans David Hansen frá.

 

Umframt hetta er umráðandi at hava í huga, at vera serliga ansin, tá ið umræður livandi ljós um hesa ársins tíð.

 

- Vit vita, at tað er lætt hjá livandi ljósi at festa í bæði jóladekoratiónir og gardinur og annað. So ansið endeliga eftir tí, sigur Hans David Hansen, varasløkkiliðsstjóri í Tórshavnar sløkkiliði.