Sløkkiliðið í Klaksvík fær ákoyringar

Lokalblaðið hjá norðoyingum heldur, at sløkkilið í Klaksvík skal útbyggjast, um tað skal røkja uppgávur allastaðni, har landsfast er

Í síðstu viku vóru boð eftir sløkkiliðnum í Klaksvík tvær ferðir sama dag. Og hesi útkallini eru grundarlag fyri atfinningum í Norðlýsinum, sum kom fríggjadagin.

Í lokalblaðnum hjá norðoyingum finnist ein lesari at tí, sum hann nevnir skilaleysa koyring í sambandi við fyrra eldin. Tá skuldi sløkkilið á bedingina, har eldur var umborð á Pison.

Í eini aðrari grein í Norðlýsinum fríggjadagin ivast blaðið í, um tað er ráðiligt, at sløkkiliðið í Klaksvík skal røkja uppgávurnar norðanfyri tunnlarnar.

Kemur eldur í í Klaksvík, meðan sløkkiliðið er á Viðareiði, so kann verulig vanlukka spyrjast burtur úr, heldur blaðið.

Seinna útkallið í síðstu viku var til Norðdepil, har eldur var í einum húsum, og hetta hevur fingið Norðlýsið at seta spurning við trygdina, tá sløkkilið skal sløkkja eld allastaðni, har landfast er.

? Um sløkkiliðið í Klaksvík skal røkja bygdirnar, har landfast er, má sløkkiliðið útbyggjast meira, heldur blaðið.