Sløkkiliðið er mentanarnáttina á Skálatrø

Barnadreymurin um at verða sløkkiliðsmaður ella kvinna er ikki ókendur, á mentanarnáttini sleppa ungar og gamlar smágentur og smádreingir at koma eitt sindur nærri dreyminum.

Aftur í ár verður sløkkiliðið á Skálatrø við nýggjum og gomlum sløkkibilum, eldsløkkjarum og teppum.<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>


Sløkkiliðið hevur tvey tey seinastu árini víst útgerð sína fram á Skálatrø, eisini hava ung og gomul roynt ymiskt, ið kundi geva teimum størri innlit í arbeiðið sum sløkkiliðsmaður. Í fjør var t.d. ein gamal býbussur við á Skálatrøð, í bussinum var ein roykmaskina, so tjúkt varð í royki inni í bussinum. Fólk fingu so møguleika at royna at ferðast í einum roykfyltum høli, hetta royndu nógv fólk, eins og nógv royndu at sløkkja eld við eldsløkkjara og við teppi.<o:p></o:p>


Stóra samrøðu evnið á Skálatrø var tó stigabilurin. Ikki færri enn 100 ferð varð stigabilurin hjá sløkkiliðnum koyrdur uppá 25 metra hædd. Eini 5-6 fólk vóru við hvørjum túri, so tali á himmalfararum fór uppum 500, útsýni yvir Havnina var stórsligið og bergtakandi. Í fjør var veðrið ikki av tí besta og tá koyrdi bilurin tí bert upp í 25 metra hædd, men í ár verður hann, um tað viðrar koyrdur heilt upp á 30 metra hædd. Eisini verða hini tiltøkini við eldsløkking og tað roykfylta rúmið aftur í ár.<o:p></o:p>


<o:p> </o:p>