Sløk vika hjá landarum á Toftum

Niclas Davidsen, landingarformaður á Toftum, væntar ikki stórvegis virksemi við bryggjukantin fyrr enn hósdagin ella fríggjadagin, tá trolbátar og línuskip koma inn at landa. Hetta verður eftir øllum at døma ein heldur sløk vika hjá landarunum á Toftum.

Niclas Davidsen, landingarformaður, sigur seg ikki vænta nakran bát aftur fyrr enn hósdagin ella fríggjadagin.

Hann sigur, at fleiri skip vóru inni í síðstu viku, og tey eru framvegis til fiskiskap.

Niclas Davidsen væntar, at trolbátarnir Hansa Maria og Búgvin koma inn at landa hósdagin ella fríggjadagin - og fríggjadagin hava eisini línuskipini Kambur og Eystnes, sum báðir royna undir Føroyum, biðið um landing.

Bæði línuskip og trolbátar, sum royna á landleiðini, hava gjørt hampiliga góðar túrar í seinastuni.