Sløk 3000 fólk eru á Svalbard

Talið av teimum, sum eru á Svalbard, men sum hava skrásettan bústað aðrastaðni, er veksandi.

 

Av teimum út við 3000 íbúgvunum á Svalbard, búgva sambært Statisk Sentralbyrå (SSB) 2.428 í Longyearbýnum og í Nýggja-Ålesund.

Haraftrat eru 10 fólk skrásett at búgva í Hornsund og 501 fólk í Barentsburg og Pýramiduni, tey rópa.

Í Longyearbýnum og Nýggja-Ålesund búgva 1.302 menn og 1.126 kvinnur, og meira enn helmingurin av íbúgvunum her eru í aldrinum, 20-44 ár.

Fleiri enn 30 prosent av íbúgvunum í Longyearbýnum og Nýggja-Ålesund hava skrásettan bústað aðrastaðni enn á Svalbard.

Parturin av teimum, sum eru í Longyearbýnum og í Nýggja-Ålesund, men sum hava skrásettan bústað aðrastaðni, er vaksin javnt og samt síðan 2009, og hesi telja nú 731.

Av teimum, sum hava skrásettan bústað á norska meginlandinum, eru 536 skrásett at búgva í Norðurnoregi - og 1.161 fólk eru skrásett av búgva í Suðurnoregi.

Tað er Svalbardposturin, ið ber hesi tøl, sum heimasíðan sigur eru frá 1. januar 2020.