Slóðbrótarar bróta upp úr nýggjum

    

Hvat hava lundin, havørnin og sildberin til felags? Ein spurningur, sum fær fólk at hyggja grunandi upp í luftina. Svarið er at finna hjá Com-data, ið setti hol á eina føroyska KT-vinnu fyri 25 árum síðan. Com-data flýgur framvegis í fremstu røð á fleiri økjum

KT-kollveltingin kom tíðliga til Føroya samanborið við onnur lond. Longu í 1980 vórðu fyrstu forritini smíðað at stýra framleiðsluni á fiskivirkjum. Tað var Com-data, sum slóðaði fyri, og fyritøkan livir framvegis við sítt fríska lív.

Fyrsta starvsfólkið hjá Com-data, Olivur Thomsen, er í dag stjóri, og forritini til bókhald og lønarskipanir, sum eru víðkað, ment og útbygd síðan, eru framvegis millum tey mest álítandi á føroyska marknaðinum. Tað vitnar um góðsku og álit og er eitt prógv fyri, at fyrsta føroyska KT-fyritøkan ikki hevur sovið í tímanum.

Tríggir skilafuglar
Fleiri av forritunum hjá Com-data eru navngivin eftir føroyskum fuglum. "Lundin", sum er tiltikna bókhalds- og roknskaparskipanin, er oddafuglur og hevur sera gott orð á sær millum fólk. Hendan skipanin er tann nógv mest nýtta kring landið av sínum slagi. Upprunaliga er hon ment í DOS, men hóast hon nú er ávegis til Windows, so eru tað framvegis tey, sum eru so glað fyri gamla klassikaran, at tey halda fast við lundan, sum setir lítil krøv til telduna og er einfaldur at brúka.

Eftirkomarin hjá lundanum í Windows ?Sildberin" er um at verða klárur. Hann koyrir longu fleiri staðni sum ein vøru-, faktura- og detailskipan. Gamli lundin tekur sær enn av bókhaldspartinum, men ein projektbólkur, ið fevnir um stórar brúkarar sum Atlantic Airways, Havsbrún, Beta, Fiskamarknaðin, Klaksvíkar kommunu og Norðoya Sparikassi, setir skipanini krøv og luttekur í menningini av bókhaldspartinum. Com-data leggur sum fyrsta virkið sjálvt um til nýggja bókhaldspartin seint í vár.

Í ?Sildberanum" er eisini ein viðlíkahaldsskipan, sum upprunaliga er ment til skip. Við skipanini ber eitt nú til at halda skil á tólum, sum krevja ávíst viðlíkahald og at útskriva arbeiðsseðlar. Skipanin ger tað eisini gjørligt at halda skil á degnum, so allar uppgávur ikki fella saman. Sildberin heldur eisini skil á, hvat er gjørt, nær og av hvørjum.

"Havørnin", sum er ein úrtøkuskipan, vendir sær burturav til servirki í fiskivinnu á landi. Havørnin heldur eitt vakið eygað við allari rávøru, sum kemur inn á virkið. Hon hevur skil á, hvussu nógv av rávøruni endar sum slógv og sær, hvørjar liðugtvørur eru framleiddar. Við Havørnini ber eisini til at útskriva merkisseðlar til plattar, og hon heldur skil á, hvar plattarnir eru, og hvørjar vørur eru á plattunum.

Betri góðsku og prís
Com-data hevur altíð raðfest fiskivinnuna ovarlaga og hevur verið í fremstu røð, tá ið tað kemur til at menna okkara høvuðsvinnu. Nýggjasta greinin á bulinum, WML (Weight Management og Labeling System), er eitt hent amboð til tess at fáa betri góðsku og hægri prís.

Skipanin er ment serliga til at bøta og minka um handfaringina av fiski. Tankin aftan fyri skipanina er at landa fiskin, skildan og vigaðan, kláran til keyparan.

Úrslitið av skipanini er, at tað slepst undan at skilja og viga fiskin aftur, og tað hevur stóran týdning fyri góðskuna á fiskinum. Umframt góðskuna, sum gevur hægri prís, eru landingarútreiðslur at spara, og tað merkir samanlagt, at skip og manning fáa meira burturúr.

Etikettur, klokkur og tollur
Tað er ikki bara fiskivinnan, sum kann gera sær dælt av skipanum hjá Com-data. Fleiri av forritunum, sum eru ment til fiskivinnuna, eru flutt yvir í aðrar vinnur, og onnur forrit eru ment til allar vinnugreinar.

Í hesum døgum hevur Com-data ment eina nýggja etikettuskipan, sum bæði er væl egnað til bakarar, handlar og onnur virki. Møguleikarnir eru nógvir. Til ber at tekna sínar egnu merkisseðlar, og búmerki kunnu setast á spjaldrið, sum kann gerast í alskyns formum og skapum.

Klokkuskipanin er eisini hent og heldur skil á, nær starvsfólk koma og fara. Hvørt starvsfólkið fær sín profil og skiljast kann til dømis ímillum, um starvsfólkið arbeiðir fulla ella hálva tíð.

Tollingarskipanin hjá Com-data er somuleiðis ein hjálpandi hond hjá teimum, sum eru troytt av at skriva tær somu upplýsingarnar upp í saman.

Munur á kommunum
Tað almenna hevur eisini merkt fløvan frá kønu hondunum, sum hava starvast á Com-data síðstu 25 árini. Bileftirlitið, Fiskimálastýrið og Fiskavirkisskipanin hava øll skipanir, sum eru mentar hjá aldursforsetanum í føroysku KT-vinnuni.

Journalskipanin til kommunur er eisini dømi um eina skipan, sum er ment serliga til ein málbólk. Skipanin gevur yvirlit yvir øll mál, og hvør hevur málið undir hond. Sostatt ber til at fylgja málsgongdini frá byrjan til enda, og tað er í evstu løtu til frama fyri borgaran, sum fær eina betri tænastu afturfyri. Harafturat er talan um hent amboð, sum eitt nú kann útskriva yvirlit yvir mál til býráðsfundir, skannar inngangandi skjøl og skrivar útgangandi skjøl í bæði Word, Excel, e-mail og auto-cad.

Com-data hevur eisini ment eitt fólkayvirlit við einum fullfíggjaðum flytingarforriti. Yvirlitið ger tað lætt at síggja samband millum foreldur og børn, hevur nógvar møguleikar at skapa hagtøl.

Í besta aldri
Com-data hevur megnað at hildið tørn líka síðan 1980. Í gullárunum vóru deildir bæði í Danmark og Grønlandi, og tað hendi seg meira enn so, at útlendingar komu hendanvegin at hyggja. Nú eru umleið 25 fólk í starvi í Klaksvík og Runavík, og Com-data roynir áhaldandi at menna síni frumforrit og at finna nýggjar farleiðir.

Com-data er komin í tann aldurin, tá ið royndirnar og sjálvsálitið gera teg tryggan, og tú framvegis ert fúsur at taka við stórum avbjóðingum.

Byrjað: 1980
Starvsfólk: 25
Stjóri: Olivur Thomsen
Virksemi: Søla av edv, forriting og edv-tænastur.