Skyldkonuni, Judith hjá Griasi, til minnis

Syngja smáar aldur við Oyrina sorgarljóð
um eina lívsglaða skyldkonu ,
sum vaks upp á Sandteignum - við Skarðsá og Toftagarð
og hevði røtur í Heiðriksstovu
tætt við Sjóvartún -
við Oyndarfjørð.

Lívsglaða skyldkona á hesi jørð,
nú svevur tú um Heygar
ein søtan blund
og droymir um lív –
við gleði og tógvið stríð –
á hesi heimsins grund -
saman við manni, børnum og bygdarfólki
á lívsins ferð,
um Fløtugerð
við fótbóltsvøll og Innandals,
við sjóvarstrond
og onnur bygdalond.

Tú elskuliga, Judith,
vina mín – so lyndisblíð
um títt fitta snýð,
í lund og sál,
um dagsins mál
og hvønndagslív,
um garðarlið,
stýggj og hamralíð.

Títt hjartalag – var eitt aldudrag,
sum smáaldur kvøða um
við sand og Oyrina.

Tú farin ert í vetrarblund
bert eina skamma stund.

Ein dag kemur úr skýgloprum niður
ein hvítur maður við sprelskum einglum,
sum hoppa og dansa í leysari luft í lýggjum kyldum
og syngja:“ Judith, reis teg úr grøv – kom nú á ein ævigan, hugfarsligan gleðisfund!”
---------
Frits