Skúvoyarskipið til botnkanningar í Rotterdam

»Nýggja« skúvoyarskipið er í løtuni til botnkanningar í Rotterdam

»Nýggja« skúvoyarskipið er í løtuni til botnkanningar í Rotterdam. Tað skrivar Johan Dahl, landsstýrismaður, á Facebook, haðani myndirnar eisini eru.

 

Tað hevur í nøkur ár verið greitt, at Sildberin, sum varð bygdur á Tvøroyri í 1979, ið røkir leiðina millum Sandoy og Skúvoy, ikki er hóskandi longur. Skipið veitir ikki neyðuga komfortin til ferðafólkini, tað rullar sera illa, gongur seint, og harumframt tekur skipið ov fá ferðafólk; serliga um summarið.

 

Strandferðslan hevur tí kannað, hvørjar ferjur, sum hóska til farleiðina, eru til sølu á marknaðinum. Strandferðslan fann hesa ferjuna, sum verður mett at vera hóskandi til Skúvoyarleiðina.

 

Ferjan er bygd í 1994, tekur 30-36 fólk, góðkend til 5t farm og siglir 16/22 míl.

 

Kostnaður fyri keyp og neyðugar dagføringar er mettur at vera 6,5 milliónir krónur.

 

Fleiri myndir síggjast VIÐ AT TRÝSTA HER