Skutu ávaringarskot eftir forsetunum úr Georgia og Póllandi

Eitt bilafylgi við georgiska forsetanum, Mikheil Saakashvili, og polska forsetanum, Lech Kaczyinski, mátti venda, tá tað var á veg inn í Suðurossetia í gjár

Bilarnir við teimum báðum forsetunum og fylgi teirra vóru komnir tætt at markinum til Suðurossetia, tá fleiri ávaringarskot vórðu latin av, so teir noyddust at venda aftur. Keldur á staðnum søgdu, at skotini fullu, tá teir báðir forsetarnir vóru farnir úr bilum sínum einar 30 metrar frá sjálvum markinum.

Georgiska innanríkisráðið segði stutt aftaná, at skotini komu úr einum umráði, sum russar hava efgtirlitið við, men bæði Russland og Suðurossetia søgdu seinni, at tey høvdu einki við skottilburðin at gera.

Talskvinnan hjá georgiska forsetanum helt uppá, at tað vóru russiskir hermenn, sum skutu ávaringarskot eftir bilafylginum hjá teimum báðum forsetunum. Eitt vitni, sum ferðaðist saman við forsertunum, segði sambært Reuters, at bilafylgið var einar 30 metrar frá sjálvum markinum, tá skotini fullu. Sambært vitninum vóru menninir, sum skutu, í hermannabúna, og at teir sóu út til at vera suðurossetar.

-Vit hoyrdu skot frá maskinbyrsum einar 30 metrar burturi, segði polski forsetin, Lech Kaczynski, segði við polsku tíðindastovuna PAP í gjárkvøldið. Á einum tíðindafundi seinni í gjárkvøldið mælti hann ES til at taka málið upp.

-Eg mæli vinum mínum í Evropasamveldinum til at koma til tær røttu niðurstøðurnar av hesum tilburðinum, áðrenn tað er ov seint, segði polski forsetin.

Russland hevur havt eftirlit við Suðurossetia, síðani umráðið sleit seg leyst frá Georgia í august.