Skutu neyðrakettir upp í Havn í nátt

- Neyðrakettir eru ikki at spæla við, tí tá slíkar verða skotnar, reisir ivi seg altíð um, hvørt nakar kann vera í neyð, sigur løgreglan.

Um 05-tíðina í nátt fekk løgreglan fráboðan um, at fleiri neyðrakettir vórðu sæddar úr Havn.

 

- Tá slíkt hendir, verður tú altíð eitt sindur skakkur, og tú noyðist at royna at finna út av, um nakar er í neyð á sjónum.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tað tó skjótt gjørdist greitt, at neyðrakettirnar vórðu skotnar upp onkustaðni miðskeiðis í Havn.

 

Sum skilst, vóru hesar einar fimm í tali.

 

- Vit royndu at finna út av, hvør sendi neyðrakettirnar, men hetta eydnaðist okkum ikki, legði vaktleiðarin aftrat.

 

Løgreglan minnir á, at tað er ikki bara"drengestreger" at senda upp neyðrakettir.

 

- Tað er í neyðstøðu, at rakettirnar skulu brúkast - og ikki til spæl, segði vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.