Skutu kirkjufólk í Nigeria

Í minsta lagi tvey fólk lógu eftirá, og ellivu vórðu særd, tá vápnaðir menn skutu eftir einari kirkju í býnum Zonkwa í landslutinum Kaduma har norðuri í Nigeria.

Sambært tíðindastovunum var álopið helst hevnd fyri, at fleiri túsund muslimar vórðu noyddir at flýggja frá húsi og heimi í ófriði í vár. Umleið 3.000 teirra búgva enn í flóttafólkalegum, og tey kunnu ikki fara heimaftur, tí í ófriðinum í apríl varð eldur settur á hús teirra.

BBC skrivar, at støðan er sera spent í Kaduma-landslutinum, har fólk úr ymsum ættarbólkum og ymsum trúarbólkum búgva undir liðini á hvør øðrum.