Trolarin »Øyaskjær« hevði fingið boð frá russisku myndugleikunum um at steðga á einum ávísum staði, tí russiski flotin hevði venjing har á leiðini. Men beint áðrenn norska skipið kom á tað avtalaða staðið, skjeyt eitt russiskt herskip ávaringarskot eftir norska trolaranum.
Norski skiparin royndi at greiða frá, at teir høvdu fingið loyvi at fara til Murmansk, men einki hjálpti. Frá herskipinum fekk hann boð um at venda aftur í norskan sjógv.
Tað var norska ráfiskakeyparafelagið, sum hevði givið »Øyaskjær« boð um at landa í Murmansk, og pappírini vóru í lagi. Nú verður kannað, hví trolarin kortini fekk boð um at venda aftur.