Skutu 67 russiskar dronur og eina rakett niður í nátt

Í morgun verður eink sagt um, hvørji málini hjá Russlandi vóru við álopunum á Ukraina í nátt.

Ukrainska verjan veit í morgun at siga, at Russland í nátt hevur skotið fleiri dronur og eina rakett niður.

 

- Tilsamans skutu vit 67 av 73 dronum niður og eina av trimum rakettum, sigur ukrainska verjan sambært Reuters.

Eygnavitnir, sum tíðindastovan hevur skift orð við, sigur, at fleiri spreingingar vóru at hoyra, og at hetta ljóðaði, sum tað var loftverjan, sum var aktiverað.

 

- Eygnavitnir sóu eisini, at loftverjurakettir raktu lutir í luftini, leggur Reuters aftrat.

 

Í morgun verður eink sagt um, hvørji málini hjá Russlandi vóru við álopunum á Ukraina í nátt.