Óhappið hendi í brekkuni í Støðlagøtu úti á Argjum. Drongurin á skutaranum rendi á bilin, sum koyrdi beint framman fyri. Skutarin koppaði, og av einari ella aðrari ókendari orsøk kom eldur í skutaran. Sløkkiliðið varð boðsent, men skutaran stóð ikki til at bjarga, og hann fór fullkomiliga upp í royk.
Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at talan er um eina rættuliga sjáldsama hending, tá ið ein skutara brennist upp av at koppa. Somuleiðis verður upplýst á politistøðini, at tað er eink, sum bendir á, at skutarin var ólógligur. Eingin fólkaskaði var av óhappinum, men sum áðurnevnt fór skutarin fullkomiliga upp í royk, og persónbilurin fekk eitt sindur av skaða.










