MENTUNARÁLITIÐ
- Verða tilmælini í mentunarálitinum fylgd og pengar játtaðir, fáa vit eitt blómandi og litríkt listarligt umhvørvi og mentunarlív. 24 mió. krónur til skapandi list er als ikki nógv. Skulu listafólk sleppa at geva seg av fullum huga til listina, er tað fulla tíð og ikki eftir vanliga arbeiðstíð. Heðin Brú og Martin Joensen verða altíð tiknir fram, tá ið tosað verður um kor hjá listafólkum. Teir gjørdu eitt stórt arbeiði, men teir vóru eisini slóðbrótarar og nýskapandi, og vit mugu koma víðari.
- Men tað hevur skund at veita útinnandi listini betri virkiskor. Samfelagsliga mugu og noyðast vit at fylgja við og vera virkin í tí, sum hendir rundan um okkum og hjá okkum. Vit mugu ikki liggja í kjalarvørrinum á tí sum hendir. Mentanarimperialisman er so ágangandi um allan heim. Umráðandi er tí, ikki minst hjá smátjóðum, at hava ein virknan mentunarpolitikk. Vit skulu ikki útihýsa tí, sum kemur uttanifrá, men vit mugu hava nakað at standa ímóti við, sigur Eyðun Johannesen.
Hetta sigur Eyðun Johannesen, leikstjóri, sum var millum áhoyrararnar undir aðalorðaskiftinum um mentan í løgtinginum týsdagin.
- Tað er søguligt og avgjørt eitt framstig, at evnið skapandi list er komið inn um tinggátt, at tingfólk taka evnið upp á tungu og at ein viðgerð er farin í gongd, sum vónandi kann føra til ein dialog. Eisini er tað positivt, at tingfólk vísa, at evnið er tvørpolitiskt. Í mentunarálitinum kemur týðiliga fram, hvat er mentan og list, og longu á fyrstu síðu verður sagt, at álitið miðsavnar seg um skapandi og útinnandi list. Tí er tað ógvuliga spell, at tingfólk vevja spurningar um mentan upp í ein peruvelling, og blanda tingini saman.
Tingið spegilsmynd
Spurdur um tað eru tekin um, at tingfólk ikki geva sær far um, hvat skapandi list er og ikki, svarar Eyðun Johannesen.
- Eitt løgting er ein spegilsmynd av samfelagnum. Sokallaða rindalisman stakk nevið fram fleiri ferðir undir orðaskiftinum við spurningum um, hvat er mentan og fínmentan. At tingfólk ikki hava lisið mentunarálitið er ógvuliga ósakligt. Og um tað er við vilja, at tingfólk velja at brúka tíðina uppá annað enn tað, sum stendur í álitinum, ella um tað er tí, tey ikki hava sett seg inn í evnið, veit eg ikki, men tað er í øllum við til at skapa spjaðing og tað gruggar málið.
- Vit kundu ynskt, at tingfólk vóru meiri opin yvir fyri list og tí, sum rørir seg innan list og mentan. Listin vendir sær til nútímanssamfelagið, har tað snýr seg um hava eitt vakið sinni og at umstilla seg skjótt til broytingar í tíðini vit liva í. Í einum slíkum samfelag verður dentur lagdur á førleika mótvegis fyrr, tá ið áherðsla varð løgd á arbeiðsmegi. Førleiki krevur skapandi fólk á øllum økjum. Listin appelerar til hugflog og tær kreativu síðurnar og eru tí eitt neyðugt amboð í nútímanssamfelagnum. Uttan list steðgar samfelagið upp.
- Verður tosað um mentan, verður sipað til tað góða og gamla. Sjálvandi skulu vit varðveita ta gomlu mentanina, men ikki varðveita bara fyri at varðveita. Tað er ikki rætt at siga, at nýggj mentan og list bara er provokerandi og vendur alt á høvdið. Tann skapandi listin setur fokus á tað, sum hendir í samfelagnum og speglar tað soleiðis, at vit kunnu síggja tað minni vanabundið. Hon ger, at vit kunnu taka støðu til tær broytingar, sum henda, og virkar við til, at tær ikki bara fara fram og so koma vit hálsandi aftaná.
Ógrundaður ótti
Formaðurin í mentunarnevndini í løgtinginum hevur síðani mentunarálitið varð almannakunngjørt fleiri ferðir sett spurnartekin við, hvat mentan og list eru, og hvør mentan skal fáa pengar og ikki.
- Hann tosaði bara aftur og fram, og tað var týðiligt, at hann ikki hevur sett seg inn í tað, sum tað veruliga snýr seg um. Eg eri spentur at vita, hvat hann heldur og meinar um mentan og list, tá ið hann hevur lisið álitið.
Undir aðalorðaskiftinum vórðu spurningar reistir, um áhugaleiklistin verður við sviðusoð, um yrkisleiklistin fær teir karmar, lagt verður upp til í mentunarálitinum.
- Óttin er ógrundaður, men tað bilar ikki, um hann kemur fram. Áhugaleiklistin og yrkisleiklistin hava brúk fyri hvør aðrari, tí tær stuðla upp undir hvørja aðra. Krøvini til áhugaleikin eru størri enn fyri 20 árum síðani, ikki bara tí at vit hava yrkisleik, men orsakað av filmsmentanini og sjónvarpinum. Tað krevur, at áhugaleikurin fylgir við og setur krøv til áhugaleikin. Áhugaleikur skal vera góður, um fólk skulu tíma at hyggja.
Ikki gloymast
Aðalorðaskiftið um mentan er farið aftur um bak, og spurningurin er so, hvussu stóra rúmd mentunarálitið fær í valstríðnum og hvussu stóran dent komandi landsstýrið og løgting fara at leggja í álitið.
- Vónandi verður tað ikki gloymt, men verður tikið í álvara. Eingin forðing eigur at vera fyri, at álitið verður tikið fram eftir valið. Har liggur ein uppgáva hjá listafólkum at síggja til, at tað ikki verður gloymt. Tað liggur ikki til listafólk at arbeiða mentunarpolitiskt, men vit mugu og eiga í ein dialog við politikarar, soleiðis at løgting tekur málið uppaftur. Dialogurin eigur at skilja ímillum almenna mentan og skapandi list, sigur Eyðun Johannesen, sum leggur afturat.
- Ein hugburðsbroyting er farin fram innan tinggátt, bara tað at evnið verður viðgjørt og ikki blankt avvíst, men tann gamli hugburðurin livir enn, har spurningar verða settir við, um tað er rætt at krevja pengar fyri listarlig avrik. Eg havi vónir um, at tað verður lættari at sannføra eitt komandi løgting um týdningin av, at listin fær betri virkiskor, sigur Eyðun Johannesen at enda í viðtali.