Vinnuliga grønmetisframleiðslu í Føroyum?

Hetta verður evnið á pallborðsfundi á Eplafestivalinum í Trøðum á Sandi leygarmorgunin

Búnaðarstovan, Veltan og Grøni Háskúlin hava tikið stig til at skipa fyri einum pallborðsfundi á Eplafestivalinum undir heitinum “Skulu vit hava vinnuliga grønmetisframleiðslu í Føroyum?”. 

 

Fundurin er almennur og verður á fjósloftinum í Miðstovuni í Trøðum leygardagin 28. september 2024 klokkan 10. Framløgur verða um evnið, og pallborðsluttakarar seta sjøtul á kjakið.

 

Orðstýrari verður Óluva Zachariassen.

 

Í sambandi við pallborðsfundin fer kokkurin, Gutti Winther, at bjóða brellbitar av ymiskum grillaðum grønmeti.

 

- Nýggju norðurlendsku kosthaldsráðini mæla til at eta lutfalsliga meira av grønmeti, enn gjørt verður nú, og landsstýrismaðurin í landbúnaðarmálum hevur boðað frá nýggjum landbúnaðarpolitikki, har eitt nú innlendis grønmetisframleiðsla er raðfest frammarlaga.

 

##med2##

 

Fyriskipararnir av pallborðsfundinum á Eplafestivalinum vóna, at tikið verður væl ímóti hesum høvi at hittast á fjósloftinum í Miðstovuni at umrøða dagsaktuella evnið eina løtu og somuleiðis at smakka onkrar av brellbitunum frá góða kokkinum.