Skulu vit broyta rokniháttin av valúrslitinum?

Tingmaður spyr landsstýrismannin á økinum, um hann ætlar at broyta útrokningarháttin av kommunuvali

Í Føroyum hava vit tvey sløg av útrokningarháttum av valúrslitinum. Tá løgtingsval er hava vit ein roknihátt, sum er betir fyri smáar flokkar og verri fyri stórar flokkar. Til kommunuval er tað beint øvut. Tá hava vit ein roknihátt, sum er betri fyri stórar flokkar.

 

Eirikur í Jákupsstovu hevur nú sett Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismanni í lógarmálum ein grein 52a fyrispurning um uppgerð av kommunuvalúrslitið. Tingmaðurin spyr soleiðis:

 

1. Hvat heldur landsstýrismaðurin um, at D’Hondt útrokningarhátturin verður brúktur til uppgerð av kommunuvali?

 

2. Um landsstýrismaðurin ikki er nøgdur við hetta, hvørji stig hevur hann so í hyggju at taka?

 

Eirikur í Jákupsstovu vísir á grein hjá Sámali Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingi, í miðlu um útrokningarháttin.

 

– Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, hevði 14. november grein á netsíðuni hjá Dimmalætting, har hann vísir á, at útrokningarhátturin, sum verður brúktur í samband við kommunuval, men farið er burtur frá til løgtingsval, er til beinleiðis fyrimun fyri størru flokkarnar.

 

Les eisini: Skeiklandi valskipanin gav Tjóðveldi býráðslimin, ið Framsókn átti at fingið

 

– Í Havn merkti útrokningarhátturin til dømis, at størsti flokkurin Tjóðveldi fekk 4 umboð eftir verandi útrokningarhátti, men hevði fingið 3 umboð, um útrokningarhátturin við størsta brøki varð brúktur, sigur Eirikur í Jákupsstovu.

 

– Hetta gjørdist somuleiðis munurin á, um minni flokkurin Framsókn fekk umboðan ella ikki. Í Klaksvík gjørdist støðan, sambært samfelagsfrøðinginum, tann sama, har Fólkaflokkurin eftir verandi útrokningarhátti fekk 5 umboð og var líka við at fáa 6, meðan hátturin við størsta brøki, har allar atkvøður fáa sama virði, hevði givið Fólkaflokkinum 4 umboð, meðan Javnaðarflokkurin hevði komið upp á 2.

 

– Tá hesin spurningur verður reistur í samfelagnum, og spurnartekn harvið verður sett við javna virðið á atkvøðunum, verður mett hóskandi, at avvarðandi landsstýrismaður fyriheldur seg til spurningin.