Eirikur Lindenskov
– Í londum og mentanum, sum vit vanliga samanbera okkum við, er vanligt, at politiska valdið virðir journalistiska og redaktionella frælsið uttan uppíblandan ella hóttanir móti teimum fólkum og stovnum, sum gera sína professionellu skyldu. Tað siga Gunvør Balle og Rigmor Dam í minnilutaálitinum í málinum um at tryggja Kringvarpi Føroya fleiri pengar. Tær síga í álitinum millum annað soleiðis:
– At varpa ljós á, grava í, greina og leggja fyri almenningin viðurskifti av øllum handa slag – og serliga um politisk viðurskifti, sum politiska skipanin kanska ikki ynskir fram í ljósmálan.
Demokratisk samfeløg loyva einari frælsari pressu at vera frælsi eygleiðarin av øllum valdi í samfelagnum. Tí verður eisini kravt, at pressan virkar undir ábyrgd og ikki misnýtir sítt egna vald. Hetta er regulerað í lóg og fjølmiðlaetikki.
Tað verður sagt, at vald korrumperar. Tí er alneyðugt við frælsum, óheftum miðlum, sum hava ráð og møguleika at virka soleiðis, at borgarin kann taka eina støðu út frá upplýstum grundarlagi. Fræls eygleiðing av valdinum er neyðug. Ein, sum kann seta spurnartekin við, hvussu valdið verður útint. Tey sterkastu samfeløgini fólkaræðisliga og búskaparliga eru tey, har pressan er sterk og fræls. Eyðkenni teirra er opinleiki í miðlum, vinnu og politikki. Opinleiki er oljan, sum fær samfelagshjólini at mæla smidliga og dynamiskt, og sum tryggjar álitið á skipanina. Har fría orðið og frælsa pressan eru skerd, valdar bara ótti og vantandi virkishugur.
Pressan sær valdið úr øðrum sjónarhornum, enn politiska valdið brýggjar seg um at síggja valdið. Hon varpar ljós á avleiðingar, dregur samanum teir vinklar, sum valdið ikki upplýsir um. Heldur snøgt sagt eyga við misrøkt av samfelagnum, minnir valdsharran á lógina og moralin. Verður valdið ikki eygleitt, kann tað slíta seg leyst og virka til egið gagn. Slíkur rotinskapur seyrar niður gjøgnum systemið, úr erva og út til borgaran, sum smittandi pest, har álitið á skipanina og savningarmegin hvørvur.
Tí er alneyðugt, at vit raðfesta almenna kringvarpið, so tað, umframt at gerast óheft av privatum lýsingum, fær virkað frítt uttan støðugan ótta fyri at verða niðurpínt fíggjarliga, tí føroyskir valdsharrar ræðast at verða eygleiddir, lýstir og viðhvørt eisini avdúkaðir. À ráðstevnu um fjølmiðlar í Ùtnorði á Norðuratlantsbryggjuni seinasta heyst helt lektari á deildini fyri fjølmiðlaútbúgvingina á Háskóla Íslands eina røðu. Hennara boðskapur var, at høvdu íslendsku fjølmiðlarnir verið sterkari, hevði kreppan óivað ikki bitið so fast sum hon gjørdi, tá Ísland fór á húsagang í 2009. Fjølmiðlarnir vóru als ikki førir fyri at greina og skilja tað, sum bankarnir vóru farnir útí, tað snúði seg hægst um at endurgeva søguna, sum bankarnir sjálvir lýstu hana, sjálvsagt bert í positivum vendingum. Ongin journalistur var førur fyri veruliga at grava niður í, hvat fór fram, og greina øll vandamálini og ivamálini fyri fólki og politisku skipanini. Íslendska søgan er feskt klassadømi um týdningin av sterkum og kompetentum fjølmiðlum, ið kunnu og skulu geva makthavarum mótspæl og avdúka, hvat veruliga fer fram. Avdúkingar, sum kunnu fáa fólk og politisku skipanina at steðga á, hugsa seg um og kanska forða fyri, at samfelagið fer útav eggini.