Skulu vinna royndirnar

Talan er veruliga um stórt ættarliðsskifti í borðtennis. Eitt ættarliðsskifti, sum væl kann hava kós móti leikunum í 2015, har Føroyar vóna at standa sum vertir

Eftir framúr góðu úrslitini á seinastu oyggjaleikum, har heiðursmerki vórðu vunnin í bæði liðkapping, einmans- og tvímansleiki, skuldi vónirnar kanska rokkið til enn fleiri heiðursmerki.

Tað gera tær kanska eisini, men bert í avmarkaðan mun. Ein týðandi orsøk er, at Thomas Rasmussen, sum vann gull í einmansleiki seinast, ikki er við á liðnum hesaferð. Og frávera hansara hevur avgjørt merkt liðkappingina.

- Skpanin er so, at plaseringarnar frá seinastu oyggjaleikum verða brúktar, tá bólkarnir verða settir saman. Tað fáa vit sjálvandi ikki gjørt nakað við, men tað hevur givið okkum nakrar øgiliga truplar dystir, sigur Petur Niclasen, landsliðsvenjari.

- Hinvegin gevur tað okkum so møguleikan at hugsa nakað longri. Flestu av spælarunum, sum eru við liðnum hesaferð, eru blaðung, og tí er tað avgjørt ein liður í menningini av teimum, at tey fáa dystir her. Eisini hóast onkur teirra longu hevur verið við í oyggjaleikahøpi áður.


Mál til 2015

Ofta hava kvinnurnar verið mettar sum veikari parturin av føroyska liðnum. Men eins og tær góvu tekin um seinast, so hava tær aftur hesa ferð víst sera góð avrik.

- Jú, men tað er júst partur av menningini. Talan er um sera ungar spælarar, og tað eru fyrst og fremst royndirnar, sum vit kunnu vinna við hesi luttøkuni.

Petur sigur tað ikki sjálvur. Men skulu Føroyar verða vertir í 2015 er greitt, at stórar vónir verða settar til føroysku avrikini. Og skal borðtennis tá vera við, so er tað als ikki ov tíðliga at fáa nýggjar og ungar spælarar inn. Spælarar, sum kanska vera júst á toppinum til ta tíð. Og so má tað vera harvið, at landsliðsvenjarin sjálvur er føroyameistari, og tí helst kundi styrkt um liðið, um hann valdi at spæla við.

Tí er størsta vónin her og nú, at Kjartan Eli Hentze enn einaferð megnar at spæla seg til heiðursmerki. Men Petur leggur dent á, at fortreytirnar eru truplari hesaferð, enn tær hava verið.

- Hann hevur verið sera knáur, tá hann hevur verið við. Og ivaleyst ger hann tað eisini gott hesaferð. Men onkur av hinum londunum – serliga Rhodos – hava onkrar nýggjar spælarar við, so tað tykist, sum kappingin verður nógv harðari í ár.

- Men tað bilar nú kanska heldur ikki. At støðið hækkar ber bara við sær, at vit mugu kýta okkum enn meira, so vit eisini kunnu fylgja við, sigur Petur. 


Fakta


Úrslitini í bólkaspælinum


Føroyar-Jersey 2-4

Føroyar-Rhodos 2-5

Saaremaa-Føroyar 2-5

FR-Guernsey 1-6

Føroyar-Grønland 1-6


Føroyar endaðu nummar fýra í bólkinum og skulu týsdagin spæla um 8. pláss.


Á føroyska landsliðnum eru: Rói Agnarsson, Ragnar Egilstoft, Kjartan Eli Hentze, Hallur Thorsteinsson, Susie Midjord, Marin í Dali, Rakul Mikkjalsdóttir og Shaila Strøm.