ES-tingið hevur enn eina ferð givið Turkalandi knívin á barkan. Landið vil fegið sleppa upp í ES, men skal lúka fleiri krøv áðrenn. Nú krevur tingið, at tyrkiska stjórnin skal alment viðganga, at tað almenna Turkaland hevði ábyrgdina av, at meiri enn ein millión armenar vórðu fyribeindir í árunum frá 1915 til 1923, og harafturat skal stjórnin viðurkenna, at tann grikski parturin av Kýpros er limur í ES.
Spurningurin er lagnuna hjá teimum nógvu armenarunum, sum lótu lív, er sera viðkvæmur í Turkalandi. Myndugleikarnir í Armenia og armenar, sum búgva aðrastaðni, halda uppá, at turkar beindu fyri hálvari aðru millión armenum í einum væl skipaðum fólkamorði. Turkaland hevur viðgingið, at nógvir armenar lótu lív, men landið við ikki viðganga, at talan var um fólkamorð.
Flestu óheftu søgufrøðingar eru tó á einum máli um, at talan var um eitt tað best skipaða fólkamorðið tey seinastu hundrað árini, skrivar AP úr Bruxelles.