Skulu verja áhugamál í Arktis

Ein stórur meiriluti av kanadiska fólkinum halda, at myndugleikarnir skulu gera alt fyri at verja landsins áhugamál í tí arktiska økinum. Ein kanning, sum blaðið Toronto Sun hevur gjørt, vísir, at 65 prosent av teimum spurdu taka undir við, at Kanada skal verja síni egnu áhugamál í póløkinum.

Bara 12 prosent halda, at Kanada og USA eiga at taka seg saman um at verja áhugamálini í felag.

Kanadiski forsætisráðharrin, Stephen Harper, sum fer á sína árligu ferð til tey norðaru økini um stutta tíð, sigur, at myndugleikarnir eiga at byggja nýggjar havnir og at hava ísbrótarar í tí arktiska økinum fyri at verja landsins áhugamál og fullveldi.