Skulu venja seg við gólvið

Hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum og monnum verður leygardagin í høllini á Hálsi, men longu nú er serligi vøllurin lagdur á.

 

Hetta er fyri at leikararnir skulu hava møguleika at venja seg við serliga taraflexgólvið, sum Flogbóltssambandið keypti fyri nøkrum árum síðani. 

 

SÍ og Fleyr hava megnað tað bragd, at koma í hálvfinalurnar bæði hjá kvinnum og monnum.

 

Hjá monnunum eru tað SÍ og Fleyr, sum spæla fyrru hálvfinaluna, klokkan 15.00 leygardagin, og ÍF og Ternan, sum spæla seinni hálvfinaluna, klokkan 17.

 

Hjá kvinnunum spæla TB og SÍ klokkan 13 og KÍF og Fleyr klokkan 19.

 

Finalurnar verða spældar 20. februar, somuleiðis í høllini á Hálsi.