Skulu velja ímillum fimm skúlar
Reglurnar fyri sjálvlesandi, sum ætla at taka 9. Og 10. floks og tíggjunda floks prógv, skulu nú broyttar.
Tað ætlar Mentamálaráðið, sum hevur sent ætlanina til ummælis hjá Lærarafelagnum, kommunum og skúlum.
Í fyrsta lagi verður 18 ára aldursmarkið, sum nú er galdandi, avtikið, so at tað onki aldursmark verður hereftir.
Síðani er ætlanin, at sjálvlestur bara skal fara fram í fimm skúlum kring landið.
Mentamálaráðið hevur sent ætlana til ummælis hjá teimum, sum vara av málinum
Átjan ára aldursmark stavar frá einari tíð, tá ið fleiri næmingar bert gingu sjey ár í skúla, og tá ið útbúgving ikki hevði somu raðfesting sum í dag, sigur Mentamálaráðið.
Nú verður so mett, at stundin er komin at avtaka tað.
Men hereftir fer tað bara at bera til at vera sjálvlesandi á fimm skúlum og teir eru:
Eysturskúlin í Havn, Miðvágs/Sandavágs skúli í Vágum, Runavíkar kommunuskúli,
Skúlin á Ziskatrøð í Klaksvík og í skúlanum á Tvøroyri.
Orsøkin til at fimm skúlar eru valdir burtur úr, er fyri at fremja professionalismu í allari tilgongdini hjá einum sjálvlesandi.
- Hetta fer at tryggja, at vegleiðingin, sum tann sjálvlesandi fær, verður haldgóð, tí teir lærarar, sum fara at hava sjálvlesandi, á hvørjum ári hava royndir í at vegleiða um faklig krøv og um pensumuppgevingar, sigur Mentamálaráðið.
- At vegleiða teimum sjálvlesandi verður sostatt uppraðfest.
Men hereftir skulu sjálvlesandi rinda 600 krónur fyri hvørja próvtøku.
Gjaldið verður kravt fyri at bara tey, sum meina tað í álvara, skulu melda seg til og fyri at sálda øll tey frá, sum ikki meina tað í álvara.
Orsøkin er, at tað er rættiliga dýrt hjá skúlaverkinum at hava sjálvlesandi og gjaldið upp á 600 krónur, rindar bara ein part av útreiðslunum.