Skulu veita innlit í trappuna

- Samanumtikið haldi eg ikki, at handfaringin av hesi innlitsumbøn hevur verið nøktandi, og fari tí at biðja Tórshavnar kommunu um at taka málið uppaftur til nýggja viðgerð.


Tað er niðurstøðan hjá Løgtingsins Umboðsmanni, eftir at ein journalistur hjá Kringvarp Føroya hevur kært Tórshavnar kommunu fyri manglandi innlit í fíggjarkostnaðin í upphaldstrappuni í Vágsbotni.


Journalisturin kærdi málið til Umboðsmanninum eftir, at kommunan sýtti fyri at veita innlit í m.a. dagførdum kostnaðarmetingum við tí grundgeving, at talan var um innanhýsis arbeiðsskjøl. Harumframt verður kært um, at kommunan hevur einans veitt avmarkað innlit í málið.


Umboðsmaðurin gevur kæraranum viðhald í niðurstøðuni.


- Kommunan hevur valt skjølini úr málinum um uppihaldstrappuna í Vágsbotni út frá eini avmarkandi tulking av innlitsumbønini. Hetta hevur viðført, at tað eru fleiri skjøl í málinum um uppihaldstrappuna, sum ikki síggjast viðgjørd í innlitsavgerðini, hóast klagarin ikki hevur fingið innlit í hesi.


- Hetta er eisini galdandi fyri skjøl, sum sjálvt við eini avmarkandi tulking av innlitsumbønini, mugu metast at vera fevnd av innlitsumbønini. Hetta eru eitt nú byggifundarfrásagnirnar, sum koma undir pkt. 3 í innlitsumbønini.


- Hetta má metast at vera partvíst noktað innlit uttan at kommunan, sum ásett í fyrisitingarlógini, hevur givið umsøkjaranum nakra grundgeving, skrivar Umboðsmaðurin í síni niðurstøðu.


Løgtingsins Umboðsmaður ger eisini greitt, at kommunan eigur at gera størri ómak í teirra svari og viðgerð av innlitsumbønini.


- Kommunan eigur tí í hesum máli at gjøgnumganga hvørt einkult skjal í málinum og taka støðu til, um innlit skal veitast í einstaka skjalið, heilt, partvíst ella als ikki. Um fult innlit ikki verður játtað, skal kommunan grundgeva ítøkiliga fyri, hví innlit ikki verður givið í einkulta skjalið ella partar av hesum. Fyri at hava eina greiða og gjøgnumskygna viðgerð eigur kommunan at eyðmerkja einstøku skjølini og lata klagaranum aktlistan í málinum, so klagarin hevur møguleika at síggja samanhangin í innlitsviðgerðini.