Nú um vikuskiftið hevur løgreglan tikið fleiri fólk, sum bæði kunnu vænta sær bót og endurgjaldskrav.
Ein maður varð tikin fyri at koyra bil, við viðfestisvogni. Men vognurin var so mikið stórur, at hann hevði ikki rætta koyrikortið, so tað fær hann bót fyri.
Tveir mans eru skuldsettir fyri herverk á bilar. Hendingarnar høvdu einki sambandi við hvørja aðra, men í báðum førum hendi tað, at tá ið bilar, sum komu koyrandi, steðgaðu á, knallaði ein maður nevan niður í takið á honum so at bugla kom í.
Menninir fáa bót, umframt at teir verða noyddir at rinda skaðan aftur.
Ein maður var so ólátaður við eitt vertshús, at løgreglan mátti taka hann við á støðina. Tá ið maðurin varð kannaður, funnu tey eisini eitt lítið sindur av rúsevnum uppi á honum. Hann fær bót fyri at hava brotið politiviðtøkurnar og fyri at hava rúsevni uppi á sær.