Vørn boðar í dag frá, at skipaeigarar nú kunnu søkja um fiskiloyvi fyri 2018. Men, umframt at søkja um fiskiloyvi, skulu umsøkjarar eisini senda inn váttan um ognarviðurskifti.
Bátar í bólki 5 skulu tó ikki útfylla skjalið "váttan um ognarviðurskifti".
Tað siga tey á Vørn í dag, sum hava lagt út á sína heimasíðu, at nú kann søkjast um fiskiloyvi fyri komandi ár, 2018.
Um heimasíðuna - www.vorn.fo - finnast oyðubløð til umsókn um fiskiloyvi og upplýsingar um ognarviðurskifti í fiskifari.