Ikki allar fyritøkurnar, sum eru við á vørumessuni eru ógvusliga stórar.
ADC-heilsølan er eitt dømi um tað. Hon byrjaði í smáum, við japanskum kvalitetshandskum, men hevur nú eitt umfatandi úrval í trygdarskóm, regnklæðum, draktum og undirklæðum eisini.
Um orsøkina fyri at hon er við sigur Annelin, at tað er fyri at vísa kundunum úrvalið.
? Vit hava samband við nógvar kundar dagliga, men tað er um telefon og tí kenna tey ikki alt úrvalið hjá okkum, sigur Annelin, sum rekur ADC-søluna, sum í dag rættiliga hevur fingið vind í seglini.
? Tað gongur framá, tí at vøran er bílig. Vit innflyta hana beinleiðis, eitt nú úr Japan, og tað er nú einaferð prísurin, sum avgerð hvørjum kundarnir keypa frá.
Og har er nokk í at velja.










