Skulu undir Venezia

Hóast italski býurin Venezia er kendur sum "tann søkkandi býurin", ætlar býráðið har at gera eina undirgrundarbreyt undir býnum.

Tað eru kortini ikki øll, sum eru so fegin um ætlanina hjá býráðnum. Tey stúra fyri, at arbeiðið at gera undirgrundarbreytina fer at elva til ristingar, sum undirgrundin ikki tolir, og tey vænta eisini, at tann nýggja breytin fer at oyðileggja ein part av teirri kendu býarmyndini.

Tann nýggja undirgrundarbreytin verður átta kilometrar long og skal binda tann gamla býarpartin saman við Marco Polo-floghavnini. Gongur arbeiðið væl, er ætlanin at leingja breytina einar 13 kilometrar seinni. Mett verður, at breytin fer at kosta umleið 2,5 milliardir krónur, og pengarnir skulu fáast til vega frá tí almenna og frá privatum íleggjarum.