Skulu tulka føroyska søgu

Nýggi sjónleikarabólkurin, DetFeröscheCompagnie, fer serliga at leggja seg eftir at granska føroyska søgu og tulka hana í leikum, sum eisini lættliga kunnu flytast á útlendskar pallar.

Leygarkvøldið klokkan 20 frumsýnir sjónleikarabólkurin, DetFeröscheCompagnie, leikin tey kalla »Indberetninger fra en Rejse i Færø«, eftir heitinum hjá Jens Christian Svabo.
Tey, sum mynda bólkin, eru Kristina Sørensen Ougaard, Búi Dam, Sámal Blak, Jens L. Thomsen og Kjartan Hansen. Aftrat sær hava tey Árna Baldvinsson, ljósmakari, Kjartan Jespersen, ljóðmann og Gunnvá Zachariasen úr bólkinum Tvazz.
Tey hava tikið fýra høvuðsbrot úr Gjáar søgu, sum tey byggja tíma langa leikin upp um. Tey hava einki leikrit, men sum tey siga vænta tey at hava eitt, tá leikurin er liðugur.
Hetta er ikki ókent fyribrigdi, og verður nevnt devised theatre.
Tað verður ikki bert ein øðrvísi uppliving hjá áskoðarunum, tí tey eru ætlað at ganga runt á pallinum og fylgja teimum báðum leikarunum, Kristinu Sørensen Ougaard og Kjartan Hansen. Ljóð- og ljósmenn verða tó eisini ein partur av leikinum.
Leikurin verður ikki gamal á Tjóðpallinum. Hann verður frumsýndur leygardagin 15. januar og síðani sýndur fram til hóskvøldið 20. januar, øll kvøldini klokkan 20.

Óvanligur leikur
- Ætlanin við hesum leikbólkinum hevur alla tíðina verið, at granska í førloyskari søgu og tulka hana á okkara egna hátt, bæði við sjónleiki, tónleiki og visuellum effektum, sigur Búi Dam.
Hesin fyrsti leikurin er tí í stóran mun ein roynd at vita, hvussu tey kunnu siga søguna á ein annan hátt, enn hon hevur verið søgd fyrr.
- Tað, sum vit hava gjørt til hendan fyrsta leikin er, at vit hava verið í Funningi og við Gjógv og tosa við fólk. Vit hava eisini sett okkum inn í søguna hjá hesum báðum bygdunum, og hava funnið nakrar sera áhugaverdar persónar. Til dømis Jóannes hin Vísi, sum búði í Funningi, sigur Búi Dam.
Bólkurin hevur so tulkað søguna hjá hesum báðum bygdunum á egnan hátt til eina framførslu, sum helst ikki hevur sæð sín líka.
Leikurin verður øðrvísi eisini á tann hátt, at áskoðarin í stóran mun verður tikin við í leikin.
- Tað verða ikki stólar til áskoðararnar, uttan sjálvandi til tey, ið noyðast at sita. Men áskoðarin skal flyta seg runt á pallinum og fylgja við í leikinum, og tað er ongantíð áður roynt í Føroyum, sigur Búi Dam.
Leikurin verður bert sýndur fimm ferðir, og tað hevur sína serligu orsøk.
- Vit verða nokk noydd at geva pláss fyri næstu stóru uppsetingin hjá Tjóðpallinum, sum verður verkið, sum Eyðun Johannesen setur upp, »Meðan vit bíða eftir Godot«, sigur Búi Dam.