Skulu tryggjast betri ímóti trýsti frá arbeiðsgevarum

Føroya Arbeiðarafelag hevur samtykt at hækka limagjaldið og peningurin skal brúkast til at tryggja nevnarlimir og álitisfólk betri

Føroya Arbeiðarafelag
 
 Nevndarlimir og álitisfólk í arbeiðarafeløgunum skulu nú tryggjast betri ímóti trýsti frá arbeiðsgevarunum.
Tað samtykti aðalfundurin hjá Føroya Arbeiðarafelag um vikuskiftið.
Á aðalfundinum kom fram, at tey, sum eru nevndarlimir í fakfeløgunum og álitisfólk á arbeiðsplássuum, eru mangan undir hørðum trýsti frá arbeiðsgevarum fyri at síggja ímillum fingrarnar við, at vikið verður frá sáttmálanum. Og tað kemur eisini fyri, at tey verða hótt við uppsøgn, ella beinleiðis verða søgd upp, krevja tey, at sáttmálin verður hildin.
Hetta førir onkuntíð við sær, at slakað verður og at brot á sáttmálan verða góðtikin fyri ikki at missa arbeiðið.
Ført varð fram, at tað eru serliga álitisfólkini, sum eru fyri trýstið, tí tey eru bindiliðið ímillum arbeiðsfólkið og virkisleiðsluna. Men tað rakar eisini nevndarlimirnar í teimum einstøku arbeiðarafeløgunum.
Hesum fer Føroya Arbeiðarafelag nú at royna at byrgja upp fyri.
Tí fer felagið nú at stovna ein trygdargrunn, sum skal tryggja nevndarlimir og álitisfólk ímóti lønarmissi, tá ið tey verða søgd úr starvi fyri at krevja, at sáttmálin verður hildin.
Av tí sama er limagjaldið til Føroya Arbeiðarafelag hækkað nakað, men Ingeborg Vinther vil ikki siga, hvussu stór hækkingin er.
Hon sigur tó, at hon er ikki størri enn so, at tað er saktans til at bera hjá limunum.
Nú skal so eisini ein reglugeð gerast fyri hendan nýggja trygdargrunnin, sum ásetir akkurát, hvør skal hava rætt til útgjald og, hvussu stórt útgjaldið skal vera.