Skulu tosa um veðrið

ST hevur valt tríggjar fyrrverandi politik­arar til serlig sendi­fólk í veður­lags­-

­spurningum

Tað er ST-aðalskrivarin, Ban Ki-moon, sum hevur valt teir tríggjar fyrrverandi politikararnar, og tað er ikki hvør sum helst, ið fær slík­an heiður.

Tey trý útvaldu eru fyrr­verandi norski forsætisráð­harrin Gro Harlem Brundt­land, fyrrverandi forsetin í Kili Ricardo Lagos og fyrr­verandi uttanríkisráðharrin í Suðurkorea Han Seung-soo.

Tey trý sendifólkini skulu arbeiða saman við stjórnum kring allan heimin, og høv­uðsuppgáva teirra verður at hjálpa Ban Ki-moon í arbeiðinum at fáa ferð á sam­ráðingarnar um, hvat gerast skal fyri at tálma veð­urlagsbroytingunum.