Skulu syngja meiri í skúlunum

Jógvan á Lakjuni fer nú senda skriv í hvønn skúla, við boðum um at syngja meiri við børnunum

Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum ætlar sær nú at taka eitt tak fyri at varðveita tann partin av okkara mentanararvi, sum hann nevnir okkara sangskattur.
Á landsfundinum hjá fólkaflokkinum leygardagin, boðaði hann frá, at hann nú fer at senda skriv í hvønn skúla við boðum um at syngja meiri við børnunum.
Og tá ið hann vil hava børnini at syngja meiri, hugsar hann um føroyskar sangir.
Hann helt, at okkara sangskattur hevur eitt stórt mentanarligt virði, sum tað er vert at varðveita og við at leggja størri dent á at læra skúlabørnini at  syngja, heldur hann at stuðlast kann uppundir at varðveita hendan partin av okkara mentanararvi