Í gjárkvøldið varð semingsuppskot lagt fyri Fiskimannafelagið, Maskinmeistarafelagi, Skipara- og Navigatørfelagið og Reiðarafelagið í lønartrætuni millum partarnar.
Eirikur Lindenskov
Í seinasta lagi á middegi skal semingsstovnurin hava svar frá feløgunum, og tað fæst at vita, hvørt tað røkkur ella støkkur.
Einki verður sagt um innihaldið í semingsuppskotinum, sum er í trúnaði – sum siðven ja er, til partarnir hava svarað.