Fyritøkur eiga at sleppa undan at rinda gjald til Kringvarpið. Tað heldur Fólkaflokkurin og tískil hevur Jørgen Niclasen, formaður floksins, nú lagt uppskot fyri Løgtingið um hetta. Í hesum sambandi við hann hava Løgtingið at samtykkja, at fyritøkur skulu sleppa undan at rinda kringvarpsgjald.
Ein fyritøka er ikki eitt fólk, og tí kann ein fyritøka hvørki lurta eftir útvarpi ella hyggja at sjónvarpi, sigur Jørgen Niclasen.
– Tey einastu, sum kunnu hoyra Kringvarpið í eini fyritøku, eru tey sum arbeiða har, og teirra viðskiftafólk. Tey rinda øll kringvarpsgjald frammanundan heima við hús, og tí er slíkt gjald á fyritøkurnar eitt tvífalt gjald, sum als ikki eigur at vera, sigur hann.
Formaður Fólkafloksins sigur, at nógvar smærri fyritøkur, bæði handlar, hárfríðkanarstovur, handverkarafyritøkur, og aðrar, rinda ímillum eina og tríggjar milliónir í løn um árið, og sostatt skulu tær rinda 7000 krónur um árið í Kringvarpsgjaldi. Og størri fyritøkur rinda mangt slíkt.
Jørgen Niclasen sigur, at vøkstur í samfelagnum sprettir úr vinnuni, og sostatt eiga vit at gera sum okkara grannalond, nevniliga at avtaka og at minka gjøld, og tí eiga fyritøkur heldur ikki at rinda kringvarpsgjald.
Hann førir fram, at í 2015 hevði Kringvarpið 60,7 milliónir í inntøku, og í ár verða tær væntandi 71,4 milliónir krónur.
Hann sigur, at upp á seg er hetta størri hækking enn nakar annar almennur stovnur hevur fingið, eisini heilsuverkið. Og hann heldur, at tí kann tað ikki verða nakar trupuleiki hjá Kringvarpinum at klára seg við eitt sindur minni inntøkum.