Skulu sigarettir bannast?

Mynduleikarnir innan fyribyrging í Føroyum halda, at tað skal vera bannað at selja sigarettir í Føroyum, og at vit eiga at hava eina nullhugsjón, hvat royking viðvíkur. Tað halda formaðurin í Krabbameinsfelagnum, Jákup N. Olsen, og formaðurin í Fólkaheilsuráðnum, Pál Weihe. Sosialurin hevur spurt nakrar føroyingar, hvat teir halda um eitt forboð móti sigarettum. Skal tað verða bannað at selja sigarettir í Føroyum ella skal tað vera loyvt at keypa ein sigarettpakka og festa sær í, um ein hevur hug til tað?

Børn og ung skulu verjast

Rani Nolsøe – Fyrrverandi roykjari

Ístaðin fyri at banna sigarettum, haldi eg, at sigarettir einans skulu kunna fáast til keyps á apotekum. Eg haldi tað vera umráðandi, at børn og ung ikki hava lætta atgongd til sigarettir, og tí skal tað ikki vera møguligt at keypa sigarettir í kioskum og øðrum sølustøðum. Hinvegin haldi eg, at fólk sjálvi mugu avgera, um tey vilja roykja, og tí skulu tey, sum ynskja tað, kunna keypa sigarettir á apotekinum. Hetta hava tey tosað um at gera í Íslandi, og tað er ein loysn, sum mær dámar væl. Tað týdningarmiklasta er at fáa tað burtur frá børnum og ungum.



Upplýsing er vegurin fram

Gunvá við Keldu – Roykir ikki

Grundleggjandi haldi eg, at hatta er nakað, ein sjálvur skal avgera. Sjálv haldi eg, at upplýsing er tað besta at gera, soleiðis at øll verða kunnað um, hvussu skaðilig royking er. Orsøkin til, at eg ikki haldi, at sigarettir skulu bannast, er tann, at ynskið, um at halda uppat við at roykja ella ongantíð byrja, er nakað, sum má koma innanfrá. Tí taki eg undir við formanninum í Krabbameinsfelagnum um at mann skal seta eitt evstamark ella árstal fyri, nær sigarettir skulu bannast, soleiðis at øll kunnu venja seg við tankan, um at sigarettir eru bannaðar í Føroyum og harvið fáa eina tillagingartíð.



Forboð steðgar ikki royking

Mariann Klein Ivansdóttir – Roykjari

Eg trúgvi ikki, at eitt forboð fer at halda fólki frá at roykja, og tey, sum vilja roykja, fara at fáa sigarettirnar aðrastaðni frá. Tað, sum eitt forboð møguliga kann gera, er, at tað verða færri, sum byrja at roykja, men tað fer ikki at steðga allari royking. Tí haldi eg ikki, at sigarettir skulu bannast í Føroyum.


Fólk skulu sjálvi taka avgerð

Kinna Poulsen – Selskapsroykjari

Tað skal avgjørt ikki verða bannað at selja sigarettir í Føroyum. Mær dámar sum heild ikki forboð, og viðvíkjandi royking, so haldi eg, at tað er nakað, sum fólk sjálvi mugu avgera. Tíí haldi eg, at mann ístaðin skal upplýsa fólk um vandarnar, sum standast av royking. Eg havi eitt nú sæð danskar sjónvarpslýsingar, sum til dømis vendu sær til veitsluroykjarar, og tað var nakað, sum ávirkaði meg, sum plagi at roykja, tá eg eri í veitslu. Um so er, at eitt forboð verður sett, ímyndi eg mær, at fólk bara fara aðrastaðni sum til dømis til Danmarkar fyri at roykja, og tá nyttar forboðið lítið. Setur mann eitt forboð móti sigarettum, so eigur mann eisini at seta forboð móti øðrum eiturevnum sum til dømis alkoholi. Vit eiga sjálvi at taka støðu til, hvat er gott fyri okkum og ikki, og tí gangi eg ikki inn fyri forboðum.


Fólk eiga at fáa frið

Halgir Winther Poulsen - Roykjari

Nei, onki skal bannast. Fólk eiga at fáa frið. Vit hava longu alt ov nógv av slíkum forboðum. Tað er bara at hyggja seg í kring. Hetta er mín ærliga meing, tí fólk eiga at fáa frið og sleppa at gera av sjálvi, stutt og greitt.


Heimurin ringar royndir av forboðum

Jørgen Niclasen - Roykjari

Nei, eitt bann er ikki loysnin. Eg samanberi tað við, tá USA setti bann fyri rúsdrekka. Tað endaði ikki væl, og enntá spratt mafian burtúr hesum. Upplýsing er vegurin, og so kunnu fólk sjálvi gera av, tey skulu bara ikki gera skaða á onnur.

Eg eri ikki tilhangari av slíkum forboðum. Heimurin hevur ringar royndir av forboðum.



Dýrt og trupult at fáa hendur á

Karsten Hansen - Fyrrverandi roykjari

Eg hevði onki havt ímóti tí, fyri at siga tað soleiðis, men vit fara at taka tað upp, og mítt uppskot verður ikki júst at banna sølu av sigarettum, so longi londini kring okkum hava hetta frammi sum vanliga vøru. Men tað skal verða dýrt og trupult at fáa hendur á sigarettum. Eg trúgvi ikki uppá eitt forboð. Eg hugsi serliga um heilsulig atlit, tá eg úttali meg um hendan spurningin.


Heldur upplýsing enn forboð

Ingeborg Vinther - Selskapsroykjari

Samfelagið kann ikki vera dadda hjá øllum. Tað ber ikki til at liva, um vit skulu hava forboð fyri øllum, tí tá verður fólkaræðið sett í váða. Fólk hava sín frá vilja, uttan mun til um tað snýr seg um tubbak, rúsdrekka ella rúsevni. Heldur enn at seta forboð mæli eg til at upplýsa.













Tað skal verða banna at selja sigarettir í Føroyum, heldur formaðurin í Krabbameinsfelagnum


- Um nøkur ár eigur tað at verða bannað at selja tubbak í Føroyum, sigur Jákup N. Olsen við Sosialin um vikuskiftið.


Sostatt tekur hann undir við Pál Weihe, formanni í Fólkaheilsuráðnum, sum segði í Sosialinum herfyri, at vit eiga at hava eina null hugsjón, hvat royking viðvíkur. Hetta er eitt rák, sum eisini vindur upp á seg uttanlands, tí fleiri lond hava nú beinleiðis sett árstal á, nær alt landið skal verða roykfrítt.


Hetta er eisini eitt rák, sum teir myndugleikar í Føroyum, sum hava við fyribyrging at gera, taka undir við.


- Vit taka undir við øllum átøkum, sum kunnu fyribyrgja royking, so einfalt er tað, sigur formaðurin í Krabbameinsfelagnum.


Hann sigur, at felagið tekur undir við, at vit beinleiðis seta eitt árstal á, nær allar Føroyar skulu vera roykfríar.