Skulu siga takk fyri seinast

Í Sundalagnum er lagið fínt eftir sigur í Trongisvági, meðan teir í NSÍ skulu reisa seg eftir stigamiss á heimavølli

Dagsskráirnar eru ymiskar. NSÍ er í steypafinaluni og við í kappingini um FM. EB/Streymur kappast fyri at sleppa undan niðurflyting.

Síðsta sunnudag gekk tað framúr væl hjá EB/Streymi, meðan NSÍ misti tvey stig á heimavølli.

 

Heðin Askham og EB/Streyma spælararnir hava fyrr í ár megnað 1-1 í Runavík. Tað varð roknað at vera meiri enn góðtikið. Sunnudagin vann EB/Streymur 2-1 í Trongisvági. Tað var framúr.

-Tað gongur støðugt framá, og spælararnir eiga alt rós uppiborið fyri avrikið og úrslitið ímóti Suðringum. Vit hava víst, at vit hava møguleika ímóti øllum, og sjálvandi eisini NSÍ, sum vit fyrr í ár hava megnað javnleik ímóti. NSÍ eigur fínt fótbóltslið, men okkara sjálvsálit og góði hugburður eigur at bera langt, sigur EB/Streyma venjarin Heðin Askham.

Álopsspælarin Arnbjørn Hansen og miðverjin Andras Olsen eru so mikið skaðadarvaðir, at teir ikki eru tøkir.

 

NSÍ miðvallarin Betuel Hansen vil hava meiri burturúr enn í heimadystinum ímóti EB/Streymi og í heimadystinum ímóti B36 síðsta sunnudag. Í báðum førum endaði tað 1-1.

-Avrikið er ikki nóg støðugt. Vit spældu væl í fyrra hálvleiki ímóti B36, men so vóru vit ikki nóg tættir. Tá ið vit ikki vinna á heimavølli er neyðugt at vinna fulla úrtøku á útivølli, og tað ætla vit okkum ídag, sigur NSÍ miðvallarin, sum av álvara hevur bitið seg fastan á liðnum.

Allir NSÍ spælararnir eru tøkur, og tað er stór kapping um plássini á liðnum.