Skulu seta ferð á arbeiðið at byggja fótbóltshallir

Landskassin skal lata 50 prosent í almennum stuðuli til at byggja fótbóltshallir, halda Løgtingsmenn

 

Nú fer Løgtingið at viðgera eitt uppskot um at tey, sum seta sær fyri at byggja fótbóltshallir, skulu fáa 50 prosent av kostnaðinum í almennum stuðuli.

 

Tað eru teir báðir løgtingsmenninir, Bill Justinussen úr Miðflokkinum, og Jákup Mikkelsen úr Fólkaflokkinum, og sostatt hava teir lagt uppskot fyri Løgtingið um tað.

 

Teir báðir leggja dent á, at slíkar hallir skulu eisini vera atkomuligar hjá almenninginum, soleiðis at ongar avmarkingar eru fyri, hvør kunnu brúka tær. Tað er í lagi, at ein skal verða limur í einum felagi fyri at fáa hallartímar, men tað er ikki í lagi at seta sum treyt, at bara fólk úr einum ávísum øki kunnu nýta hallirnar.

 

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Løgtingið viðger spurningin um at veita almennan stuðul til at  byggja fótbóltshallir, tí fyri trimum árum síðani legði Páll á Reynatúgvu uppskot fyri Løgtingið um tað.

 

Tá søgdu løgtingslimir fyri bæði Fólkaflokkin, Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin, Miðflokkin, og sjálvandi eisini Tjóðveldi, at tey eru samd um tann stóra týdning, fótbólturin hevur, serliga fyri ung sum eldri.

 

Tey staðfesta samstundis, at Fótbóltssambandið tekur undir við at fótbóltshallir verða bygdir í Føroyum, men Fótbóltssambandið klárar ikki at byggja teir einsamalt. Og í 2015 søgdu  umboðini fyri hesar flokkarnar søgdu eisini, at landið eigur at stuðla ætlanum um at byggja fótbóltshallir í Føroyum.

 

Men hóast øll vóru samd um, hvussu stóran týdning, fótbólturin hevði, fakk uppskotið við einum braki. Tað vóru 24 tinglimir til staðar í Løgtinginum og bara sjey av teimum atkvøddu fyri. Tað vóru Poul Michelsen, Kári P. Højgaard og tjóðveldisfólkini Sirið Stenberg, Páll á Reynatúgvu, Gunvør Balle, Kristina Háfoss og Høgni Hoydal. Men spurningurin er so um støðan er broytt hesi trý árini.

 

Fyri trimum árum síðani metti fótbóltssambandið, at ein fótbóltshøll kostaði eini 60 milliónir krónur, men síðani er prísurin munandi lækkaður og nú verður mett, at ein høll kostar 40 milliónir krónur.