Átakið "Meðan vit bíða" hjá Miðlahúsinum hevur 10 dagar eftir at savna pening inn, og í hesum sambandi eru hesi sjey farin í gongd at savna inn til børn, sum liva í fátækraváða. Katrin Kallsberg, Tróndur Vatnhamar, Hjørdis Petersen, Maud Wang Hansen, Magni Arge, Livar Nysted og Ragnhild Ellingsgaard fara komandi dagarnar at varpa ljós á fátækradømi í Føroyum.
Øll hava tey eitt felags ynski um at veita hjálp og síggja tað sum sína skyldu at hjálpa, tá tey kunnu.
- Tað er umráðandi, at vit øll hava tað gott, men tíverri síggja vit, at gjáin millum rík og fátøk veksur í hvørjum, og tá er vandi fyri, at nógv detta niðurímillum. Um einki verður gjørt skjótt, so eri eg bangin fyri, at tað verður trupult at fáa bilbugt við trupulleikan seinni, sigur Livar Nysted.
- Eg haldi, vit skulu síggja hetta sum eina felags verkætlan. Allir føroyingar kunnu stuðla hesum, og geva sítt íkast til tey børn, sum ikki hava ráð til tað, sum vit onnur meta sum eina sjálvfylgju. Hetta er eitt einastandandi høvið hjá fólki, at gera ein veruligan mun, sigur Tróndur Vatnhamar.
Hjørdis Háberg Petersen, samkomuleiðari í City Church, sum er nýggja navnið á Evangeliihúsinum, er eisini við í tiltakinum.
- Við hesum kunnu vit kanska birta eina vón hjá teimum børnum, sum eru so fíggjarliga sperd, at tey kenna tað vónleyst til tíðir, sigur Hjørdis Háberg Petersen.
Tey sjey fara at nýta ymiskar hættir at savna pening inn. Sjálvandi vóna tey, at vinir og kenningar vilja stuðla, men fleiri teirra ætla sær at skipa fyri tiltøkum. Livar Nysted ætlar sær at ringja til fyritøkur um stuðul.
- Eg fari eisini at skipa fyri nøkrum stuttligum tiltøkum, sum varpa ljós á átakið, sigur Tróndur Vatnhamar.
- Eg fari nú at leggja høvdið í blot fyri at finna uppá okkurt kreativt tiltak, sum hevði gagnað tiltakinum, sigur Katrin Kallsberg.
- Eg ætli mær eisini at skipa fyri onkrum tiltøkum hesar 10 dagarnar, og at royna at siga frá hesum í miðlunum, sigur Ragnhild Ellingsgaard.
Sum hini, ið samla pening inn, fer eisini Maud Wang Hansen at tosa við vinir og kenningar um at lata eitt oyra.
- Eg fari fyrst og fremst at heita á tey, sum eg kenni, um at stuðla átakinum. Og so haldi eg vit øll skulu varpa ljós á, at tey, sum hava nóg mikið, kanska kunnu hugsa um at lata, og stuðla børnunum, sigur Maud Wang Hansen.
Les meiri í Sosialinum, sum varð borin í hvørt hús í dag.