Skulu samráðast um vertsskapin

Millum uppskotini, sum eru fyri á aðalfundinum hjá Oyggjaleikanevndin í dag, er uppskot um, at frameftir skal tað verða ein samráðingarspurningur um, hvør skal hýsa leikunum.

 

Ítróttarpolitisku leiðararnir fyri Oyggjaleikirnar sita í allan dag á aðalfundi á Lakeside Park gistingarhúsinum stutt uttanfyri Newport á Isle of Wight. Har skulu ymisk mál um Oyggjaleikirnar viðgerast, og niðurstøður skulu gerast.

 

Eitt av uppskotunum, sum verður fyri á aðalfundinum í dag, er ein ætlan um, at frameftir skal tað verða ein samráðingarspurningur – og ikki ein kapping – um, hvør skal hýsa Oyggjaleikunum.

 

- Higartil hava oyggjarnar kappast um at fáa leikirnar, og nógvir pengar verða brúktir til hesa kapping. Hugskotið er, at oyggjarnar heldur skulu tosa seg til rættis um, hvør skal hýsa leikunum, og so skulu pengarnir heldur brúkast upp á ítróttin sjálvan, sigur Petur Elias Petersen, forseti í Ítróttarsambandinum.

 

At samráðast skal um vertsskapin kann hava við sær, at tað kann avgerast í enn betri tíð, hvør skal hýsa leikunum frameftir.