Føroyingaliðið í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, Vendsyssel FF, sum hevur Hall Hansson, René Shaki Joensen, Brand H. Olsen, og Meinhard E. Olsen í hópinum hevur fingið í lag venjingardystir við góðari mótstøðu.
Seinast í januar, og í februar skal Vendsyssel FF royna seg ímóti fýra superliga liðum í upptaktini, sum liðið hevur til kappingina í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, sum byrjar aftur fyrst í mars mánað. 4. februar skal Vendsyssel FF royna seg ímóti AaB, sum hevur Gilla R. Sørensen í hópinum.
Venjingardystirnir, sum Vendsyssel FF hevur avtalað við superliga lið eru hesir við dagfestingum :
22. januar: Hobro IK - Vendsyssel FF
29. januar: Esbjerg – Vendsyssel FF
4. februar: Vendsyssel FF – AaB
20. ella 21. februar: Randers – Vendsyssel FF