Skulu rinda nógv meiri

Tað hevur kostað 500 krónur um árið, men nú verður prísurin fleiri ferðir so høgur

Sjálvstøðugt vinnuferkandi, sum ikki hava vanliga inntøku, fáa heldur ikki gjald úr barsilsskipanin, sum vanligir løntakarar fáa. Vanligir løntakarar rinda ein part av hvørjari løn í barsilsgrunnin og aftur fyri fáa teir so barsilsgjald í sambandi við barnsburð. Skulu sjálvstøðugt vinnurekandi, sum ikki hava vanliga inntøku, hava rætt til gjald úr barsilsskipanini, mugu teir fyrst tekna eina barsilstrygging.

Hon kostar 500 krónur um árið, men nú verður gjaldið fleirfaldað, tí frá 1. fanuar fer Landsstýrið at broyta gjaldið, so at tað verður 3.000 krónur um árið.

Tað er ikki av tilvild, at gjaldið verður akkurát 3.000 krónir. Landsstýrið sigur, at gjaldið upp á 3.000 krónur er sett út frá miðallønini í 2020. Tá vóru lønargjaldingarnar í Føroyum umleið 10.271.785.000 krónur og løntakararnir vóri 27.142 í tali.

Í 2020 var miðallønin sostatt 378.446,14 krónur. Barsilsgjaldið, ið verður kravt av øllum vanligum A-inntøkum, er 0,86 prosent av A-inntøkuni. 0,86 prosent av eini miðalløn upp á 378.446,14 krónur, er 3.254,64 krónur og tað er so rundað niður til 3.000 krónur, sum sjálvstøðugt vinnurekandi so skulu gjalda í trygging fyri at fáa gjald úr barsilsskipanini.