Tey, sum hava summarhús kring landið, eiga at gjalda eitt ávíst gjald fyri tað.
Tað heldur Heðin Mortensen, formaður í Kommunufelag Føryar.
Hann leggur afturat, at tað sama eigur at verða galdandi fyri tey, sum hava tóm hús standandi kring landið.
Formaðurin í Kommunufelagnum kallar hetta eitt tænastugjald fyri at hava hús, sum ikki verða brúkt so ofta.
Og hann tosar ikki bara um hús í Havn, men hann tosar um hús um alt landið.
- Tað eru nógv, sum hava summarhús standandi ymsastaðni í landinum og sum tey ikki brúka so ofta. Tað eru eisini nógv, sum hava tóm hús standandi kring landið, leggur hann afturat. Og ofta búgva eigararnir ikki í kommununi, ella enntá ikki í landinum.
- Hóast húsini ikki verða brúkt so ofta, vilja tey, sum eiga húsini, fegin hava ymsar tænastur frá kommununi. Eitt nú skal ruskið takast, eins og tey brúka kommunalu bingjuplássini. Tey vilja eisini hava vatn til húsini, og samstundis skulu kloakviðurskiftini vera eftir forskriftunum.
- Alt hetta er ein útreiðsla hjá kommununum og Heðin Mortensen heldur, at tað er ikki annað enn rættvíst, at tey eisini rinda fyri hesar tænasturnar.
Hann væntar ikki, at tey, sum eiga hesi húsini, høvdu havt nakað ímóti at rinda eitt tænastugjald fyri tey. Og hann skoytir upp í, at talan er ikki um ognarskatt yvirhøvur, men einans um eitt tænastugjald.
Nú verður nógv tosað um at veita fólki við lágum og miðal inntøkum skattalætta næsta ár.
Í hesum sambandi hevur ofta verið nevnt, at kommunurnar eiga at rinda ein part av skattalættanum, tí kommunuskatturin er púra flatur.
Eitt, tosað hevur verið um, er, at kommunurnar hækka botnfrádráttin, tí tað hevði gjørt stóran mun hjá fólki við lægri inntøkum.
Heðin Mortensen sigur, at Kommunufelag Føroya hevur einki ímóti at vera við at lata skattalætta, har tað ber til.
- Men kommunurnar hava eisini sínar skyldur at svara, so skal inntøkan hjá kommununum lækkast, mugu kommunurnar fáa aðrar møguleikar at útvega sær inntøkur.
Og tað er í hesum sambandi, at hann heldur, at tænastugjaldið til summarhús, og onnur hús, sum standa tóm, kundi verið ein møguleiki.
Heðin Mortensen er eisini løgtingsmaður, og hann sigur, at hann fer at reisa spurningin í samgonguni um at broyta lógina, so at kommunur fáa rúmari ræsur at leggja síni egnu skattaviðurskifti til rættis sjálvar.
- Sjálvandi skulu kommunurnar hava fríari ræsur at krevja gjald fyri ymisk viðurskifti, leggur hann afturat.
Hann sigur, at ein onnur inntøka, kommunurnar kundu fingið, var, at tær vórðu frítiknar fyri at rinda mvg av íløgum.
- Sleppa kommunurnar undan at rinda mvg, hevði tað spart teimum ein hóp av pengum, sum síðani kundi verðið brúkt til skattalættar, leggur hann afturat. Hann heldur somuleiðis, at kommunur eiga at fáa gjald frá alivinnuni fyri at brúka firðirnar.