Skulu raðfesta náttúruvísindaligur fakini

Føroyar kláraðu seg sum heild væl í seinastu PISA kanning. Innan fleiri økir ganga vit fram, sum til dømis støddfrøði og lesing.

 

Náttúruvísind er kanska økið, har vit eru mest afturúrsilgd, um enn smáir glottar eru at hóma.

 

Nú ætlar formaðurin í Føroya Lærarafelag, Herávlur Jacobsen, at gera okkurt við tað. Hann sigur við Skúlablaðið, at námsætlaninar skulu dagførast, men, at tað mest umráðandi er, at arbeiðsumstøður og eftirútbúgving av lærarum hevur størri týdning.

 

Við Skúlablaðið sigur hann, at tað eru ov fáir lærarar, sum undirvísa í náttúruvísindaligur lærugreinunum og tí eigur útbúgving av lærarum innan fakið at raðfestast hægri.