Viðmerkingar til aftursvar frá heilsumálaráðharranum upp á grein 52 spurningar frá Rigmor Dam
Tað var eitt stórt frambrot, tá statshospitalið var sett á stovn seinast í trýssjunum...Gott og væl 30 ár seinri enn ætlað, tí avsetti peningurin hevði tað við at verða betur brúktur aðrastaðni, tá til stykkis kom. Men tá glæsiligu bygningarnir á Eiragarði stóðu klárir og sjúklingar, sum annars høvdu verið í viðgerð í Danmark, komu heimaftur, var frøin stór hjá so mongum manni...Nokk einamest hjá sjúklingum og avvarðandi, men fyri samfelagið alt var tað ein fongur, at fáa hesi og fleiri onnur, sum annars fullu uttan fyri karmarnar av tí “normaliteti” sum vit heima í Føroyum megnaðu at hava við at gera, heimaftur. Tað er eitt fátækt og syrgiligt samfelag, sum ikki rúmar sínum egnu, óansæð, um tey gerast sjúk ella minni før við viðhvørt. Og tó so, eru vit so ómetaliga stúrnar um, um vit her í Føroyum fara aftur eftir hæli, tá tað snýr seg um netupp rúm fyri øllum. Tað vísir seg at verða trupult at fáa fólk til Føroya og støðast her, tað verði seg kvinnur, serlæknar, sosialt útsettar familjur o.s.fr....Og tað er ikki veðrið sum styggir! Nei, heldur eru tað teir karmar, vit sum samfelag hava at bjóða ávísum bólkum.
Psykiatriin er nógv broytt, síðan Árni Olsen, ímyndin av gamla statshospitalinum, á fyrsta sinni kom at virka og liva her í Føroyum. Viðgerðarmøguleikarnir eru vorðnir nógv betri og viðgerðarkrøvini nógv herd. Sjúklingarnir eru vorðnir fleiri í tali, men í dag er møguleikin at koma seg so ógvuliga stórur! Og tey flestu koma seg eisini, virka aftur á arbeiðismarknaði ella skúla, í summum førum til eitt afturstig ger tað neyðugt við meira intensivari viðgerð, og gongdin til at koma seg byrjar umaftur. Fyri summi er henda ringrás galdandi alt lívið, við styttri og longri tíðarskeiðum millum hvørt fram- og afturstig og aftur- og framstig, fyri onnur er bert eittans bakkast í lívinum og aftur onnur koma seg ongantíð so væl, at tey kunnu røkja eitt sokallað “vanligt “arbeiðið aftur. Men rúm eigur at verða fyri øllum og BRÚK er fyri øllum! ØLL hava vit okkurt at geva....Spurningurin er bara, um vit sum samfelag duga at taka í móti.
Karsten Hansen ger vart við, at ein av stóru avbjóðingunum í føroyska heilsuverkinum er, at eftirspurningurin eftir serlæknum er størri enn útboðið og at tað tí í “ávísan mun er neyðugt, antin at gera avtalur við serlæknar um at koma til Føroya at virka við jøvnum millumbilum (konsulentar), ella at senda sjúklingar til onnur lond, har til ber at fáa nøktandi viðgerð.”
Vit undra okkum á, um landsstyrismaðurin man hava gjørt sær greitt, hvørjar uppgávur eru tengdar at serlæknanum í psykiatri? Man hann meta hansara uppgávur at verða at samanlíkna við tí t.d. hjá einum skurðlækna innan handakirurgi, sum hevur loyst sína uppgávu, tá hondin er skurðviðgjørd og eftirhugt, og sjúklingurin tí kann sendast heimaftur til Føroya? Man hann ikki vita, at psykiatrisku sjúklingagongdirnar oftast krevja nógvar viðtalur, antin beinleiðis við serlækna í psykiatri ella undir supervisión av slíkum serlækna?
“Vit kunnu øll verða rakt av sálarsjúku. Sjúkan kann vera lin og stokkut hjá summum, og hjá øðrum er sjúkan drúgv og varandi og í ringasta føri lemjandi. Sambært nýggjum altjóða kanningum upplivir fimti hvør sálarsjúkutíðarskeið í lívi sínum” (Frágreiðing til aðalorðaskifti um Heilsunýskipan s.20) Sambært hesum tølum, verða 9.600 føroyingar raktir av sálarsjúku einaferð í lívinum.
Karsten Hansen skrivar víðari: “Eg dugi ikki at ímynda mær, at Psykiatriski depilin seinastu árini, skal verða vorðin skipaður sum eitt persónstengt hierarki, har fakliga toymið heldur uppat við at virka, tá einum persóni berst frá.”
Sambært psykiatrilógini paragraf 3, stk 3, skal ein viðgerðarætlan leggjast fyri allar sjúklingar, sum verða vístir til psykiatriska viðgerð í Føroyum. Yvirlæknin hevur sambært lógini evstu ábyrgd av viðgerðarætlanini.
Tað er sostatt ikki líkamikið, at tað berst einum serlækna í psykiatri frá at verða við í einum fakligum toymi á Psykiatriska deplinum. Tað er verri enn so altíð, at maður kemur í manns stað, soleiðis sum støðan er við serlæknum innan psykiatri, og tá so er, er neyðugt at seta fram nakrar spurningar:
Hárisiko heilivágur
Leponex/Clozapine er heilivágur, ið verður nýttur um annar heilivágur ikki virkar nøktandi. Hesin heilivágur virkar sera væl, tó við tí trupulleikanum, at hjáárinini kunnu verða sera álvarslig. Tað er bara serlæknar í psykiatri og neurologi, sum kunnu útskriva Clozapine. Tá talan er um psykiatriskar sjúklingar, er tað serlæknin í psykiatri, sum hevur ábyrgdina av stranga eftirlitinum.
Skulu øll sum nýta Leponex steðga?
Ella skulu tey til Danmark?
Tvingsil
§ 9 og 10 í Psykiatrilógini
Serlækni í psykiatri avger, um treytir fyri tvingsils innleggjan eru uppfyltar
Serlækni í psykiatri tekur avgerð um tvingsilsafturhald
Serlækni í psykiatri tekur avgerð um afturføring (tilbageførsel) til psykiatriska deild
Serlækni í psykiatri tekur avgerð um tvingsilsmedisinering.
Serlækni í psykiatri tekur avgerð um víðkaða fiksering við hond og fótreimum.
Ymiskar aðrar fyriskipanir í samband við tvingsil
Kunnu vit yvirhøvur yvirhalda psykiatrilógina í Føroyum, uttan serlækni í psykiatri ?
Rættarpsykiatri:
Straffilógin § 16 og § 767 ( kap 1 og kap 9)
Viðgerðardómar og aðrar rættsligar avgerðir ið viðføra psykiatriska viðgerð.
Tað er serlæknin í psykiatri ið avgerð, nær viðgerðin er nøktandi og hvør ið viðgerðin skal verða.
Hvat verður av hesum fólkum?
Skulu tey til Danmarkar?
Kommunulæknaútbúgving
Seinastu árini hevur verði ein góð tilgongd skipað við, at útbúgva kommunulæknar í Føroyum. Ein partur av hesum dettur so niðurfyri um eingin serlækni í psykiatri er. Sera óheppi nú kommunulæknar aftur eru farnir at rótfesta seg í Føroyum.
Skulu hesir av landinum aftur, fyri at útbúgva seg?
Hvussu kemur hetta at ávirka tilgongdina av kommunulæknum í Føroyum, sum hevur verið við skerdan lut í nógv ár?
Aðrir læknar undir útbúgving
Í løtuni er ein lækni undir útbúgving til serlækna í psykiatri í Føroyum, hetta er 100% øking. Aðrir hava frætt um høgu fakligu gongdina á Psykiatriska deplinum, og ætlandi skuldi tann næsti byrja longu í septembur 2015.
Hvussu verður við tí tilboðnum framyvir?
Er tað kanska longu dottið niðurfyri í sambandi við óvissuni ið hetta málið førir við sær?
Onnur øki
Serlæknaúttalilsir/meting til fyrispurningar frá Almannaverkinum – hetta fyri at málsviðgerar á Almannaverkinum fáa avgreitt síni mál og hevur hetta alstóran týdning fyri dagligdag og fíggjarstøðu hjá borgarunum.
Serlæknaúttalislir /meting til fyrispurningar frá tryggingarfyritøkum - hetta serstakliga í mun til óarbeiðisføri, og hevur hetta alstóran týdning fyri dagligdag og fíggjarstøðu hjá borgarunum
Serlæknakanning/erklæring í mun til mentalkanningar – Politiið og dómsvaldið sendir umbøn til mentalkanning- ógvuslig mál, t.d. drápsroyndir og dráp – hetta er ein liður í rættargongdini.
Aftursvarið hjá Karsten Hansen er, at loysnin er at finna í, antin at senda fólk av landinum, ella at fáa konsulentar hendan vegin. Eitt av mongum dømum um, at konsulentloysnin ikki er nøktandi, er Psykiatrilógin, sum ikki kann haldast, uttan so at psykiatari er atkomiligur. Og tað er ein konsulentur ikki! Hvat er so til ráða at taka? Jú, vit kunnu senda fólk sum hava sálarsjúku av landinum til viðgerðar og tey eru sum sagt ikki færri enn 9.600 í talið. Og so eru vit aftur í somu støðu, sum vit vóru í trýssjunum, áðrenn Árni Olsen sáli, var við til at seta føroysku psykiatriina á stovn.
Tað ber snøgt sagt ikki til, at hava psykiatri í Føroyum, uttan serlækna í psykiatri á staðnum!
Vinarliga
Durita Isaksen, ergoterapeutur á Psykiatriska deplinum
Vibeke Ingvarsson, heilsurøktari á Psykiatriska deplinum
Eydna Iversen Lindenskov, sjúkrarøktarfrøðingur á Psykiatriska deplinum
Torgunn Kvilt Meitilberg, sjúkrarøktarfrøðingur og varaleiðari á P40 á Psykiatriska deplinum
Jana Mortensen, sjúkrarøktarfrøðingur á Psykiatriska deplinum